Tað gekk akkurát hjá Ungarn

Føroyingarnir kendur seg snýttar fyri sólarklárt brotsspark, tá ið tað framvegis stóð 1-1

 

Føroyar hava í kvøld lagt rygg til 2-1 tap í Budapest ímóti Ungarn. Í føroysku leguni er vónbrotið stórt. Fokus er á støðuni miðskeiðis í 69. minutti, tá ið støðan var 1-1, og tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu eftir fríspæling frá Jóan Símuni Edmundsson varð sólarklárt feldur, tá ið hann royndi at sneiða ein av mótstøðumonnunum í vinstru í brotsteiginum.

 

Eftir framúr fríspæling frá Jóan Símuni Edmundsson legði Róaldur Jakobsen Føroyar framum í 11. minutti. Róaldur var púra kaldur, tá ið hann sneiddi rundanum seg sjálvan og burtur frá mótwstøðumanni og síðani av brotsteigarmarkinum setti bóltin í málið.

 

Í 71. minutti - eina lítla løtu eftir at Kaj Leo í Bartalsstovu varð snýttur fyri brotsspark - var tað enn einaferð innskifti Bøde, sum eitt sindur úr høgru smekkaði bóltin upp í nettakið.

Ungarn var eina løtu aftrat omaná. Síðstu løtuna eydnaðist tað føroyska liðnum at spæla seg til tveir møguleikar, men tað eydnaðist ikki at javna. Næst við var eftir álop í vinstru tá ið innskifti Pól Jóhannus Justinussen var akkurát ov seinur at røkka bóltin eftir flatt innlegg úr vinstru.

 

Fyri heimadystin ímóti Rumenia sunnudagin var tað harmuligt, at liðformaðurin Atli Gregersen í síðstu løtu varð rikin av vølli, tá ið hann skumpaði ein av monnunum á beinkinum hjá Ungarn, sum læt bóltin fara millum beinini á sær.

 

Harvið verður neyðugt at umskipa føroysku verjuna. Sonni Ragnar Nattestad fór skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Í hansara stað varð Odmar Færø skiftur inn.

---

 

Ungarn legði sera bragdliga fyri eftir steðgin. Gunnar Nielsen stóð seg stak væl í málinum, men í 63. minutti gekk tað ikki meir. Eftir innlegg úr vinstru var tað innskifti Bøde, sum við handara stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið.

 

 

LIÐUGT

2-1

95) 2-1

Eftir fríspark til Føroyar og innkast bríkslar dómarin fyri síðstu ferð.

94) 2-1

Atli Gregersen sær reytt fyri at skumpa til ein á beinkinum hjá Ungarn.

93) 2-1

Eftir fínt álop snúði tað seg bara um sentimetrar, at Pól Jóhannus Justinussen rakk fram til bóltin eftir flatt innlegg úr vinstru.

92) 2-1

Ungarn er í verjustøðu, og Føroyar leypa á.

91) 2-1

Gunnar Nielsen bjargar framúr væl til horna eftir skot av brotsteigarmarkinum.

90) 2-1

4 minuttir lagdir aftrat.

89) 2-1

Kaj Leo í Bartalsstovu tiltuskar sær fríspark í høgru. Føroyingarnir gera skjótt av, men tað spyrst einki burturúr innlegginum hjá Jóan Símuni Edmundsson.

88) 2-1

Eftir fríspark av føroysku hálvuni, dettur bólturin niður, og so smekkar Rógvi Baldvinsson til av brotsteigarmarkinum, men bólturin fer omanfyri tvørtræið.

87) 2-1

Heimamenninir royna at hava bóltin ímillum sín, meðan tíðin gongur.

84) 2-1

Ungarn tiltuskar sær horna í vinstru.

Odmar Færø kemur á vøllin í staðin fyri Sonna Ragnar Nattestad.

82) 2-1

Sonni Ragnar Nattestad liggur skaddur á vøllinum.

80) 2-1

Eftir langt innkast úr høgru frá Jónasi Tór Næs og út frá heilfluktar Sølvi Vatnhamar av brotsteigarmarkinum og við síðuna av málinum.

78) 2-1

Gilli Rólantsson avloysir René S. Joensen í framrættaða plássinum í høgru.

77) 2-1

So høvdu Føroyar gott álop, men tað spurdist einki burturúr, tá ið Jóan Símun Edmundsson spældi út í høgru, og Jónas Tór Næs legði flatt innfyri.

75) 2-1

Rógvi Baldvinsson roynir seg við skoti, men bólturin fer skeivu megin stólpan.

74) 2-1

Ungarn setur miðvallaran Priskin á vøllin í staðin fyri álopsspælaran Nikolić.

71) 2-1

2-1: Daniel Böde

Við fínum skoti eitt sindur úr høgru og upp í nettakið við nærra stólpan hevur innskifti Daniel Böde lagt Ungarn framum. Marginalirnir eru ikki við føroyingunum í løtuni. Í staðin fyri brotsspark og møguliga føroyska leiðslu fyri lítlari løtu síðani, er tað nú Ungarn, sum er frammanfyri.

69) 1-1

Kaj Leo í Bartalsstovu verður snýttur fyri sólarklárt brotsspark, tá ið hann verður feldur, og dómarin tigur. Jóan Símun Edmundsson spældi Kaj Leo sera hegnisliga leysan í vinstru. Hetta var sera spell, tí dómarin var heilt væl staddur.

65) 1-1

Føroyingarnir troyttast eitt sindur, nú heimamenninir spenna uppaftur meiri í, og áskoðararnir taka meiri á við sínum monnum.

63) 1-1

1-1: Daniel Bøde

So hevur Ungarn javnað. Eftir innlegg úr vinstru og til handara stólpa sendir innskifti Bøde við høvdinum bóltin upp um Gunnar Nielsen og í handaru síðu í málinum.

 

62) 0-1

Skot úr 18 metrum og bólturin fer væl omanfyri føroyska málið.

Pól Jóhannus Justinussen verður skiftur inn fyri føroyska málskjúttan Róald Jakobsen. Pól Jóhannus er fremsti sentrali miðvallarin.

60) 0-1

So lætti trýstið eitt vet, tá ið føroyingarnir samanspældu frammarlaga í høgru.

59) 0-1

Trýstið er øgiligt, og nú eigur Ungarn aftur horna í høgru, men Rógvi Baldvinsson sparkar burtur, og Jóan Símun Edmundsson leggur trýst á verjuna, áðrenn Ungarn aftur fer í álop.

58) 0-1

Sølvi Vatnhamar liggur skaddur á vøllinum, eftir at mótstøðumaður hevur traðkað niður á fótin á honum. Hann reisir seg aftur.

56) 0-1

Gunnar Nielsen hevur tamarhald á støðuni, tá ið Ungarn hevur horna í høgru og leggur innfyri einaferð aftrat.

54) 0-1

Steðgur í spælinum eftir at Jóan Símun Edmundsson og Roland Juhász hava brest høvdini saman. Ungverjin bløðir. Teir fara báðir av vøllinum og koma á aftur vøllin, tá ið dómarin hevur bríkslað.

52) 0-1

Ungarn hevur havt trý horna eftir steðgin, men higartil hevur tað ikki verið vandamikið.

51) 0-1

Heimamenninir gera skjótt av, og teir eru nógv meiri beinleiðis í sínum spæli, enn teir vóru í 1. hálvleiki.

49) 0-1

Innskifti Bódi er leysur í høgru, men Gunnar Nielsen vinnur ein móti einum støðuna og bjargar framúr væl.

48) 0-1

Ungverska trýstið er ógvuliga stórt, og áskoðararnir eru ótolnir. Teir bríksla, tí føroyingarnir pjaka sær eitt sindur, og eisini tí teirra egnu ikki megna at tiltuska sær stórar møguleikar.

47) 0-1

Ungarn hevur havt fyrsta horna í høgru eftir steðgin, men eftir innleggið varð bólturin sendur omanfyri málið.

46) 0-1

Ungarn skiftir tveir spælarar út áðrenn 2. hálvleik. Talan er um framrættaðar útskiftingar: Böde og Németh koma á vøllin, og Bódi og Tőzsér eru eftir í umklæðinarrúminum. 

0-1

Ein av stóru avbjóðingunum hjá føroyska venjaranum Lars Olsen er, hvussu tað skal leggjast til rættis, at Rógvi Baldvinsson og Atli Gregersen hava sæð gult kort. Tað hevði verið ógvuliga harmuligt, um annar teirra sá gult einaferð aftrat og harvið at føroyska liðið varð undirmannað.

0-1

Føroysku spælararnir eru framúr væl nøgdir, nú teir eru farnir undir tak at rinda møðina og at tosa um, hvussu tað skal farast fram seinnu trý korterini.

Tað var bara beinanvegin, eftir verjukiks frá liðformanninum Atla Gregersen og síðstu tíggju minuttirnar, tá ið trýstið var stórt, at Ungarn hevur verið vandamikið.

Hóast føroyska liðið ikki hevur havt bóltin so nógv sum mótstøðumenninir, so eru Føroyar frammanfyri 1-0. Róaldur Jakobsen skoraði framúr vakra málið úr 15 metrum, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði spælt hann leysan, og eftir at Róaldur Jakobsen sneiddi mótstøðumann av sær og ísakalt setti bóltin framvið málverjanum.

HÁLVLEIKUR

0-1

45+1) 0-1

Gunnar Nielsen fremur risa bjarging, tá ið Bódi roynir seg við fløtum skoti úr 12 metrum og eitt sindur úr høgru.

45) 0-1

Tveir minuttir lagdir aftrat 1. hálvleiki.

44 0-1

Atli Gregersen sær gult fyri fríspark mitt á føroysku hálvuni. Frísparkið verður blokerað, og eftir innlegg leggur Atli Gregersen við høvdinum bóltin aftur í fangið á Gunnari Nielsen. Tað sær vandamikið út, men teir báðir - Atli og Gunnar - smílast upp á hvønn annan og tykjast hava tak á støðuni!

42) 0-1

Fínt føroyskt spæl í vinstru endar við innkasti tætt við baklinjuna. Kaj Leo í Bartalsstovu roynir seg við longum innkasti og síðani við innleggi, sum endar við ungverskum frísparki.

40) 0-1

Nú ræður um at halda tørn, inntil eysturríkski dómarin um fimm minuttir fer at bríksla fyri hálvleiki.

39) 0-1

So vóru Føroyar aftur í álopið í vinstru, men tað endaði við misskiljing, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu ætlaði at spæla Rógva Baldvinsson leysan.

38) 0-1

Ungarn leggur øgiligt trýst á føroyska liðið, sum berjist sum fyri lívinum.

36) 0-1

Gera sær gult fyri ófantaliga takling ímóti Kaj Leo í Bartalsstovu.

34) 0-1

Hóast ungverjarnir framvegis hava bóltin nógv, og tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni, so kennist tað ikki so vandamikið, tí føroyska verjuspælið er framúr væl skipað.

32 0-1

Eftir fríspark frá Róaldi Jakobsen eydnast tað Jóan Símuni Edmundsson at temja bóltin í brotsteiginum og at royna við skoti, men málverjin bjargar.

30) 0-1

Samanspælið í høgru millum Jónas Tór Næs og René S. Joensen riggar væl. Ungarn roynir seg fyri tað mesta við skotum úr 25-28 metrum. Hálvur tímin farin, og Føroyar eru framvegis frammanfyri 1-0!

28) 0-1

Nú hevur Ungarn í góða løtu havt bóltin. Eftir horna í vinstru spurdist einki burturúr enn fríspark til føroyska málverjan Gunnar Nielsen.

26) 0-1

Sonni Ragnar Nattestad hevur verið uttanfyri orsaka av skaða, men hann er aftur á vøllinum nú.

18) 0-1

Rógvi Baldvinsson hevur sæð gult fyri fríspark frammarlaga á føroysku hálvuni og heilt úti í borðinum.

14) 0-1

Ungverjar eru skelkaðir. Teir royna at seta Føroyar undir trýst, men tað ber við sær, at føroyingarnir eru skjótir og vandamiklir í skjótum mótálopum.

11) 0-1

0-1: Róaldur Jakobsen

Eftir framúr samanspæl við Jóan Símun Edmundsson, sum snilt spældi Róald leysan, vendi Róaldur sær burtur frá Roland Juhász, og so var hann ísakaldur, tá ið hann setti bóltin framvið málverjanum. Fantastiskt!!

 

10) 0-0

Nýggja samansetingin av føroyska liðnum hevur fyrstu løtuna borið tvær misskiljingar við sær, og spælararnir hava ilt við at standa fastir á vøllinum.

09) 0-0

Viljormur Davidsen leggur fríspark úr 35 metrum og í vinstru, og tað endar við føroyskum innkasti í høgru, sum Jónas Tór Næs tekur sær av, men tað endar við málsparki.

08) 0-0

Nikolić hevur stóran møguleika, men bólturin fer framvið málinum.

06) 0-0

Vandamikið fríspark til Ungarn í vinstru, og tað gongst illa hjá føroyingunum at sleppa burturúr tronganum.

05) 0-0

Eftir langt innkast úr vinstru frá Kaj Leo í Bartalsstovu er tað tvær ferðir vandamikið í ungverska brotsteiginum.

03) 0-0

Ungarn hevur havt fyrsta hornasparkið, og nú var um reppið, at framherjin varð heilt leysur, men hann var rangstaddur.

00)

Ungversku áskoðararnir fagna við lógvabrestum føroyingunum og føroyska tjóðsanginum.

 

Spælararnir hava hitað upp, og nú eru teir við at gera seg klárar at koma á vøllin í Budapest. At føroyingar fyri einum ári síðani vunnu 1-0 í Grikkalandi hevur vakt stóran altjóða ans. Fyrr í summar vunnu Føroyar 1-0 á heimavølli ímóti Grikkalandi. Ungarn hevur vunnið átta av trettan stigum á útivølli. Millum hesi eru tey trý stigini, sum Ungarn vann við 1-0 sigri á Tórsvølli

Tað er stilt, tað sirmar, vøllurin er vátur, og tað eru 13 hitastig á stadion, har tað eru fleiri áskoðarar, enn tað upprunaliga varð roknað við. Tað rúmast umleið 24 túsund áskoðarar, og tað gongur ein stríður streymur inn á vøllin.

 

EM undankappingardystur á Groupama Aréna í Budapest í Ungarn kl. 19.45

Dómarabólkur úr Eysturríki: Robert Schörgenhofer, Maximilian Kolbitsch,  Matthias Winsauer, Richard Huebler, Harald Lechner og Dominik Ouschan

Ungarn: Gábor Király – Attila Fiola, Roland Juhász, Richard Guzmics, Tamás Kádár – Ádám Nagy, Dániel Tözsér – Ádám Bódi, Zoltán Gera, Balász Dzsudzsák, liðformaður – Nemanja Nikolić

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, liðformaður, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson – René S. Joensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen, Árni Frederiksberg, Christian Lamhauge Holst, Andreas Lava Olsen, Klæmint A. Olsen

 

mynd www.fsf.fo