Í gjárkvøldið frættist um stóran vatnleka í Miðvági, sum arbeiðsfólk hjá kommununi fór at royna at loysa í nátt.
- Arbeiðsfólk hjá kommununi hava arbeitt í alla nátt við stóra vatnlekanum, sum varð funnin í gjár.
Í morgun vita tey í Vága kommunu at siga, at arbeiðið í nátt gekk betur enn væntað, og møguligt var at fáa eykalutir frá veitara vestur í nátt.
Hetta gjørdi, at lekin fekst heilt tættur í nátt, og at vatnið aftur fyllist í brunnarnar.
- Vatnveitingin er nú aftur í rættlag, og borgarar hava aftur vatn í kranunum sum vanligt, siga tey í Vága kommunu í morgun.