Tað ger at okkara starvsfólk verða sett í vanda

Vinnulív á bygd má hava gott samband, annars er ikki grundarlag fyri at varðveita tað, sigur stjórin í Vest Pack í Vestmanna

Tað er tungt at hava vinnuligt virksemi í eini bygd sum Vestmanna, sigur stjórin í Vest Pack

Ein livandi framleiðsla hevur avbjóðingar við sær. Og hetta máttu vit tíverri ásanna, tá vit í desembur mánaði høvdu tveir skaðatilburðir á virkinum. Tað sigur Jákup Oluf í Skálum stjóri á Vest Pack í Vestmanna.

 

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri í ár, hava tey sent fíggjarnevndini hjá Løgtinginum bræv har tey greiða frá, hví tað er neyðugt at fáa tunnil til Vestmanna.

 

Hann sígur, at tá ið hesir báðir skaðatilburðirnir vóru, var ringt veður við nógvum kava og tað vóru ring líkindi á Vestmannavegnum.

 

– Tað tók sjúkrabilinum langa tíð at koyra norð til Vestmannar vegna vánaligu veðurlíkindunum. Í illveðri er tilbúgvingin ikki nøktandi og tveir dagar seinni var Vestmannavegurin stongdur, sigur hann.

 

Hann sigur, at ynski um at varðveita staðsetingina í Vestmanna er serliga stórt, tí tað er í Vestmanna, at hjartað liggur.  Tað er tó ikki sjálvsagt at virkið er á bygd, tí tað er nógvur flutningur til og frá. Tað er serliga ringt um veturin, tá ið tað er illa er koyrandi eftir Vestmannavegnum.

 

– Tá ið tørvur er á okkara tænastu, mugu vit verða før fyri at veita hana - annars verða vit sjálvandi vald frá. Hetta ger, at okkara starvsfólk verða sett í vanda, sigur stjórin.

 

Tað er kostnaðarmikið at fáa fakfólk aðrastaðni frá til virkið og tá veðrið er ringt eru ikki øll, sum hætta sær at koma um Høgareyn til Vestmannar.

 

– Hetta ger, at framleiðslan steðgar tí ikki er gjørligt at fáa fatur á rættari hjálp ella røttum eykalutum. Harumframt er torført at fáa fólk í starv, sum ikki búgva á staðnum.

 

Vinnulívið út á bygd má hava gott samband, annars er ikki grundarlag til at verða á bygd, sigur Jákup Oluf í Skálum. 

 

Tað er lættari at miðsavna vinnuna, men tað er umráðandi hjá einari lítlari kommunu at hava vinnur, sum geva fjølbroytt vinnulív og øktar inntøkur. Og ikki minst kunnu virki á bygd verða við til at fíggja ein stóran part at mentanarliga virkseminum í bygdini. Uttan fjølbroytt vinnulív doyr bygdin spakuliga út, sigur stjórin á Vest Pack.

 

Stjórin á Vest Pach heldur, at tað má vera ynskiligt hjá øllum politikarum at varðveita og menna eitt fjølbroytt vinnilív kring alt landið – eisini á smærru og miðalstóru bygdunum.

 

– Ein góð og trygg farleið er grundarlag fyri hesum, sigur hann.

 

Tað er tungt at hava vinnuligt virksemi í eini bygd sum Vestmanna, sigur stjórin í Vest Pack