Tað gongur væl á Føroyabanka

Sambært ætlanini, kemur Jákup Sverri inn at landa mikumorgunin, og tá verður spennandi at frætta, hvussu royndirnar hesaferð hava eydnast.

 

Her standa teir við góðari veiði av Føroyabanka. Mikumorgunin kemur Jákup Sverri aftur av túri.

 

 

Nú havrannsóknarskipið Jákup Sverri er á Føroyabanka og ger heyst yvirlitstrolingar, er einki endaligt frætt um, hvussu túrurin hevur roynst higartil, men In.fo hevur skilt, at alt gongur væl við at taka tær støðir, sum skulu takast á túrinum.

 

Júst, hvat royndirnar higartil hava víst, er ikki alment kent, men matstovuvinnan, sum plagar at gera burtur úr toskinum av Føroyabanka, bæði á vári og um heysti, hevur fingið at vita, at her verður nóg mikið til tað, sum tey spyrja eftir.

 

Sum skilst, ynskir onkur matstova í Havn at sleppa at keypa 40 toskar og nakað av hýsu, og tað eru einir tveir dagar síðan, tey fingu at vita, at hesar nøgdir fara tey at fáa til sítt matstovuvirksemi.

 

Sambært ætlanini, kemur Jákup Sverri inn at landa mikumorgunin, og tá verður spennandi at frætta, hvussu royndirnar hesaferð hava vignast. Hýsa og onkur onnur fiskasløg hava verið væl fyri á Bankanum, og so er spurningurin, um nakað nýtt er at frætta um toskin, sum hevur verið minni væl fyri í fleiri ár, tó at glottar hava verið at hóma. 

 

Nú kunnu tey, ið skipa fyri matstovuvirksemi á landi og sum síggja stór virði í toski og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka, gleða seg um, at her verður fiskur til teirra virksemi, sum í Havn verður á Barbaru fríggjadagin og leygardagin hin 17. og 18. september - tey sera væl umtóktu Føroyabankakvøldini.

 

##med2##

 

 

 

Her standa teir við góðari veiði av Føroyabanka. Mikumorgunin kemur Jákup Sverri aftur av túri.

Matstovuvinnan ger burtur úr fantastiska fiskinum av Føroyabanka