Tað handlar um gestin

Hóast Koks er mest kent fyri matin, so sigur høvuðskokkurin, at endamálið er at geva gestinum eina ógloymandi uppliving. Í kvøld fekk Michelinkrýnda matstovan enn eina stjørnu

Grein úr Sosialinum 13. apríl 2018: Fyrr í vikuni lat matstovan Koks upp í nógv umtalaðu smáttuni frammi við Gjónna við Leynavatn. Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, er væl nøgdur við fyrsta kvøldið.

 

– Tað gekk stak væl. Hesa fyrstu tíðina hava vit við vilja ikki fult hús, fyri at loyva okkum at læra umstøðurnar betri at kenna, men tað gekk stak væl, sigur hann.

 

Hóast smáttan ikki er stór, so er pláss fyri 24 gestum hetta árið, meðan matstovan heldur til við Leynavatn.

 

Høvuðskokkurin greiðir frá, at tað tók langa tíð at finna rætta staðið til matstovuna, men nú eru tey sera væl nøgd.

 

– Vit leitaðu leingi og mangastaðni eftir nýggjum hølum. Kravið, vit settu okkum sjálvum, var at hetta skuldi vera betri enn í Kirkjubø. Vit hava tí vitjað mangastaðni, bæði í høvuðsstaðnum, í Vágum og á Sandoy. Men tá vit komu higar vistu vit, at hetta var rætta staðið til Koks, sigur hann.

 

Poul Andrias Ziska greiðir frá, at tey royna nakað nýtt í Koks í ár.

 

– Vit royna at gera matuppliv­ ingina meiri felags í ár. At fara út at eta kann onkuntíð gerast so asocialt. Tí lata vit gestirnar hittast í Skerpa áðrenn, so tey fáa høvi at tosa saman. Mitt undir máltíðnum her í smáttuni, verða tey eisini boðin út í hjallin her at fáa sær ein bita. Tá ætla vit at gera tað so autentiskt sum gjørligt. Vit ætla til dømis at hava skerpikjøt hangandi, sum vit kunnu skera av niður til gestirnar. Hetta er eitt upplivilsi, sum gestirnir fara at hava í felag. Og tá tíðin er komin til kaffi, kunnu gestirnir eisini sita saman í kaffistovuni hjá okkum,

sigur hann.

 

Ein kann eisini bíleggja pláss á einum felagsborðið, so at tú situr til borðs við fólkum, sum tú ikki kennir. Kortini er g jørligt hjá teimum, sum bara ynskja at vera tveyeini at fáa frið.

 

– Ein avgerð sjálvur, um ein vil taka lut í felagsupplivingunum ella ikki. Vil ein hava eitt romantisk kvøld fyri seg, so lata vit tey fáa frið, sigur hann.

 

– Her í Koks handlar kvøldið um gestin. Tí eru tænararnir ein týdningarmikil partur av starvs­ fólkahópinum. Eg sum kokkur vil kanska gjarna, at alt koyrir skjótt og at maturin kemur skjótt út, men tænarin er millum gestirnar og sær, hvussu teir njóta matin. Onkrir gestir eru kanska klárir til næsta rættin skjótt, meðan onnur hava fordýpað seg í práti og tørvar frið. Tænarin skal tí stýra tempoinum hetta kvøldið, sigur hann.

Hóast matstovan hevur fingið nógva umrøðu síðani hon fekk Michelin­stjørnuna í fyrraárið, heldur Poul Andrias Ziska ikki, at hetta hevur merkt tey.

 

– Vit eru nokk so trygg við tað vit gera og vita, hvat vit vilja. Tí haldi eg ikki, at vit hava merkt so nógv eyka trýst á okkum eftir at vit fingu Michelinstjørnuna. Tað hevur kortini verið nógv størri áhugi fyri at vitja matstovuna, sigur hann.

 

Tó so, enn er gjørligt, um tú kundi hugsað tær at eti á Koks frammi við Gjónna.

 

– Vit eru bókaði upp til eini 65 til 70 prosent í ár, so enn eru pláss eftir, sigur hann. Men tað verður bert í ár, tí vit hava fingið greið boð um, at vit sleppa bara at vera her í ár, leggur hann afturat.


Tekstur: Danjal av Rana

Myndir: Álvur Haraldsen