Kann gerast neyðugt at leggja Nato-dreymin á hillina

- Tá Ukraina verður hótt og trýst, soleiðis sum støðan er nú, kann hetta gerast neyðugt fyri at umgangast kríggj, sigur ukrainski sendimaðurin í Bretlandi.

 

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan í mai 2019.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fór til val upp á at reka eina blíðkandi linju mótvegis Russlandi. Hann hevur verið forseti í landinum síðan í mai 2019.

 

Nú støðan er spent á markinum millum Russland og Ukraina, er ymiskt, sum bendir á, at tað kann gerast neyðugt hjá Ukraina at sleppa sínum dreymum um limaskap í Nato fyri at umgangast kríggj.

 

Spurdur, um Ukraina umhugsar at leggja ein møguligan limaskap í Nato á hillina, hóast ynskið um limaskap er felt í grundlóg landsins, sigur sendimaðurin hjá Ukraina í Bretlandi, Vadim Pristajko, í samrøðu við BBC:

 

- Jú, tað kann henda, tá landið verður hótt og trýst, soleiðis sum støðan er nú, sigur sendimaðurin.

 

Tað er nevniliga eitt av krøvunum hjá Russlandi fyri at taka herfólkið við markið til Ukraina aftur, at Ukraina ongantíð verður limur í Nato.

 

Vestanlond stúra fyri, at teir umleið 100.000 hermenninir, sum nú eru staddir fram við markinum til Ukraina, kunnu leypa á landið, og USA hevur í seinastuni fleiri ferðir sagt, at ein russisk innrás kann koma nær sum helst.

 

Úttalilsini hjá ukrainska sendimanninum í Bretlandi kunnu tulkast sum ein viðurkenning av núverandi støðuni hjá Ukraina, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt hesi úttalilsi hava nakra ávirkan á støðuna hjá Russlandi.

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj hevur verið forseti í Ukraina síðan í mai 2019.