- Tað keðiliga er gloymt

- Eg gleði meg til aftur eitt ár at tæna fólkinum - til gagns fyri allar borgarar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Eg haldi nýggjár saman við familjuni. Vit samlast saman til stóra bálið á Glaðsheyggi klokkan 17, og eftir bálið eta vit saman ein góðan bita. Nei, eg keypi ikki nógv fýrverk til mín sjálvs, bert okkurt smátt til tey smáu.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?

 

- Árið 2015 hevur verið eitt spennandi ár við nógvum avbjóðingum. Í kommunusamanhangi er nógv sett í gongd, sum vit nú øll fara at fáa nógva gleði av í 2016. Løgtingsvalið var spennandi, men tað hevur verið ov buldrasligt ta fyrstu tíðina. Henda tíðin kundi lært okkum nakað. Fyrsta árið kemur at vísa, um rætt er gjørt fyri allar borgarar. Hetta trygvi eg uppá, men alt er ikki komið upp á pláss enn.

 

Heðin Mortensen letur annars væl at. Alt gongur væl, og hann fegnast og takkar hvønn dag fyri góða heilsu - og at famiiljan hevur tað gott og økist. Í 2015 bleiv hann langabbi fyri fyrstu ferð, og hann sigur, at tað var ein gleðisstund at síggja komandi ættalið.

 

Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?

 

- Eg royni ikki at hava nakað ella minnast nakað keðligt. Eg eri postivur av lyndi og síggi alt tað góða hvønn dag. Tí er einki keðiligt, sum eg gangi og beri uppá, men heldur gleðist eg fyri hvønn dag, eg havi.

 

Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?











 

- Eg havi nógvar ætlanir fyri øllum landsins borgarum - at gera umstøðurnar góðar, so øll hava tað gott. Sum borgarstjóri vil eg geva nógv spennandi og mennandi til hesa kommunu. Eg gleði meg til aftur eitt ár at tæna fólkinum. At enda vil eg bera eina heilsan til allar føroyingar, heima sum úti, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.