Tað lagaði seg hjá 07 Vestur

(Ljóðsamrøður) Jón Krosslá Poulsen (FC Suðuroy) hevði meir at iðra seg um enn Hegga Samuelsen, venjari hjá 07 Vestur

Kapprenningin millum 07 Vestur og FC Suðuroy at flyta upp úr 1. deild saman við TB heldur fram.

 

07 Vestur fekk javnleik 2-2 ímóti suverena oddaliðnum TB í Trongisvági ígjár. Vestanmenn óttaðust, at teir tá høvdu mist 2. plássið í 1. deild, men so frættist úr Klaksvík, at FC Suðuroy bert fekk javnleik 1-1 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík. 

 

07 Vestur liggur á øðrum plássi í 1. deild við 44 stigum, meðan FC Suðuroy liggur á triðja plássi við 42 stigum, nú bert tvey umfør eru eftir at avgreiða í 1. deild.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Hegga Samuelsen, 07 Vestur venjara, og hoyr samrøðurnar Rás2 gjørdi við Hegga Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen, framherja hjá FC Suðuroy, sum kundi iðra seg meir um javnleikin norðuri í Klaksvík, enn vestanmenn, sum komu betri frá hesum umfarinum.

 

07 Vestur hevur KÍ eftir í Sandavági, og EB/Streym á útivølli tað seinasta umfarið.

 

FC Suðuroy hevur B36 í Havn, og NSÍ á heimavølli tað seinasta umfarið.

 

(Mynd: football.fo)