Tað regnaði við metum og gulli í Reykjavík

Føroysku svimjararnir vunnu níggju gullkrónur, og teir settu 23 met á Reykjavik International Games 2016

Í morgin koma føroysku svimjararnir til hús aftur, eftir at teir um vikuskiftið hava luttikið í Reykjavik International Games 2016, sum punktum varð sett fyri seinnapartin ídag.

Heimasíðan hjá Svimjisambandinum, svimjing.com, veit í kvøld at siga, at í opna bólkinum settu føroysku svimjararnir níggju met, og haraftrat vórðu 14 føroysk juniormet sett.

Serliga merkisvert var tað, at Sára R. Nysted setti stevnumet í 200 metur blandað.

Í opna bólkinum vunnu føroysku svimjararnir seks gullmerki, níggju silvurmerki og sjey bronsumerki. Í yngra bólkinum vunnu føroysku svimjararnir trý gullmerki, fimm silvurmerki og fimm bronsumerki.

Umframt hetta vann Frans Johannesen, sum er føroyingur, men í hesi kappingini umboðaði Danmark, fýra gullmerki og eitt silvurmerki.