Tað reina fupp: Svara ikki sms-boðum

Í morgun hava nógvir føroyingar fingið sms-boð, sum biður tey ringja aftur til eitt útlendskt nummar

"hej ring til mig hurtigst muligt 006703343139".

Hesi sms-boð hava nógvir føroyingar fingið í morgun, men boðini frá Føroya Tele eru greið: Ring IKKI aftur til nummarið.

Talan er um tað reina fupp, har fólk verða lokkað at ringja til eitt yvirtakserað telefonnummar, og tað kann kosta tær í dýrum dómum. Hetta ávísa nummarið er skrásett í Eysturtimor.

Sms-boð av hesum slagi verða javnan send til fólk um allan heim, men er talan um púra ókend telefonnummur, so ræður um ikki at svara teimum – ella ringja. 

- Vit hava sperrað tey nummur, sum vit vita um, so tey ikki fáa smsa til Føroya, men tað vanliga er, at roynt verður umaftur við nýggjum nummurum.

 Ráðini við hesum er – eins og tá ringt verður við fremmandum nummurum við tí endamáli at fáa fólk at ringja uppaftur – ikki svara, um tú ikki kennir nummarið frammanundan. Brúka sunna fornuft, sigur Føroya Tele í einari fráboðan.