Marianna Winter Nagata samskipar FMA og hon heldur tað vera ein fyrimun at tónleikarar sjálvir skipa fyri tiltakinum.
- Eg haldi tað vera sjálvsagt at hava tey við sum eru í tónleikaumhvørinum, sigur Marianna Winter Nagata.
Tá tað eru tónleikarar sum skipa fyri verður FMA betur mynda av tónleikaumhvørvinum.
- Tað fer at vísa seg á kvøldinum.
Ein vansi er at tónleikaumhvørvið er lítið, og at fyriskipararnir tí kenna tey tilnevndu væl. Tá tey tilnevndu skulu veljast, verður hædd tikin fyri hesum.
- Tað eru ikki vit sum hava valt tey tilnevndu, tað hava dómsnevndir, sum eru settar saman av ymiskum fólkum.
Marianna Winter Nagata heldur at tónleikanøvnini, sum eru tilnevnd í ár, eru fjølbroytt.
- Tað er stuttligt at síggja at tey tilnevndu koma allastanis frá, tey eru vælumboðandi fyri alt Føroyar