Leygarkvøldið var áskoðarafjøldin heilt stór við Løkina, tá ið NSÍ hevði vitjan av KÍ, og klaksvíkingar fóru til hús við sannførandi 3-0 sigri.
Í dag eru hinir fýra dystirnir í 12. umfari á skrá.
Í Gundadali verður grannauppgerð, tá ið B36 verður vertur og HB gestur á Tórsvølli. HB ere tíggju stig aftanfyri KÍ, og B36 er sjey stig aftanfyri HB.
Á Svangaskarði fær B68 vitjan av 07 Vestur, sum er tvey stig undan toftamonnum, og í Trongisvági fær TB vitjan av ÍF, sum hevur 11 stig, meðan TB framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum og hevur tvey stig.
Víkingur, sum hevur 22 stig, fær vitjan av EB/Streymi, sum hevur 9 stig.
Tað verður sagt frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin.
Víkingur – EB/Streymur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
B68 – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 16.00
B36 – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
TB – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00
KÍ | 12 | 11 | 1 | 0 | 51 | 4 | 34 |
HB | 11 | 7 | 3 | 1 | 30 | 7 | 24 |
Víkingur | 11 | 6 | 4 | 1 | 24 | 10 | 22 |
NSÍ | 12 | 6 | 3 | 3 | 21 | 15 | 21 |
B36 | 11 | 4 | 5 | 2 | 19 | 13 | 17 |
ÍF | 11 | 3 | 2 | 6 | 15 | 32 | 11 |
EB/Streymur | 11 | 2 | 3 | 6 | 10 | 19 | 9 |
07 Vestur | 11 | 2 | 2 | 7 | 13 | 39 | 8 |
B68 | 11 | 1 | 3 | 7 | 12 | 32 | 6 |
TB | 11 | 0 | 2 | 9 | 6 | 30 | 2 |