Tað vera færri EM-undankappingardystir framyvir

Framyvir vera 12 EM-undankappingarbólkar við fimm ella fýra liðum

Framyvir fer føroyska fótbóltslandsliðið tíðum bert at spæla seks EM-undankappingardystir.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur fráboðað ein nýggjan leist.

 

Framyvir vera 12 EM-undankappingarbólkar við fimm ella fýra liðum. Og eru vit óheppin koma vit bert at spæla seks EM-undankappingardystir.

 

Um 54 landslið minus EM-vertstjóðin eru við í EM-undankappingini merkir tað seks bólkar við fimm liðum, og seks bólkar við fýra liðum.

 

Til hesa undankappingina eru 10 bólkar við fimm ella seks liðum.

 

UEFA metir, at nýggi leisturin fer at gera EM-undankappingina meira spennandi og dynamiska.

 

Fremstu liðini í bólkinum vinna seg í EM-endaspælið saman við bestu tveyarunum. Og so vera nøkur lið úr Nations League, ið eisini vinna seg í EM-endaspælið.

 

UEFA fer eisini at skipa fyri fjórðingsfinalum og "Final Four" í Deild A í Nations League, og er tað eisini orsøkin til broytta leistin í EM-undankappingunum framyvir.