Tað verða eisini broytingar í 1.deild

Nýggjur kappingarleistur: Tað verður bara ein beinleiðis uppflytari, meðan fleiri verða um boðið til niðurflyting

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur um vikuskiftið tosað við feløgini um uppskotið til nýggjan kappingarleist. Í gjár fingu miðlarnir eina framløgu frá formanninum í Kappingarnevndini, Róini Schrøter.

 

Sum In.fo hevur skrivað í gjár og í dag, so verður besta mansdeildin deild upp í ein meistarabólk og ein niðurflytingarbólk eftir summarferiuna. Soleiðis verður eisini í næstbestu deildini, men treytirnar eru eitt sindur øðrvísi.

 

Í 1.deild eru bæði eykalið hjá liðnum í Betri deildini og bestu liðini hjá øðrum feløgum. Tí verður lagt upp til, at tað verður ein uppflytingarbólkur eftir summarsteðgin. Her fyltir nummar eitt beinleiðis upp í Betri deildina, nummar tvey og trý spæla ein dyst á heimavøllinum hjá nummar tvey, um at sleppa at spæla ein upp- og niðurflytingardyst móti tí liðnum í niðurflytingarspælinum í Betri deildini, sum tapur dystin millum nummar átta og níggju.

 

Upp- og niðurflytingardysturin verður spældur á Tórsvølli. Í niðurflytingarspælinum í 1.deild flyta nummar 9 og 10 niður. Hetta ger tað torførari at flyta upp, tí bara ein lið flytir beinleiðis upp, men tey kunnu hinvegin ikki flyta niður.

 

Fyri feløgini í uppflytingabólkinum verður talan um 24 dystir, men tey koma eisini at luttaka í nýggju lítlu steypakappingini, sum er fyri bestu liðini í Føroyum uttan topp seks.

 

2. deild verður óbroytt. Her verður sagt, at tað hevur eydnast væl við 12 liðnum, sum beliv roynt á fyrsta sinni í fjør.