Fert tú á ólavsøku?
- Ja, møguliga ein lítlan túr.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Geri ein góðan bita heima við hús, hyggi í sjónvarp og okkurt sovorðið. Annars taki eg tað, sum tað kemur.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Er veðrið til vildar, kann tað verða hugnaligt at spasera og heilsa upp á fólk í havnargøtum.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Eg haldi, at tiltøkini til børnini skuldu kostað minni, sigur Jan Højgaard.