Tað verður nógv lagt fyri á Skála

AB hevur møguleika at taka seg heilt burtur úr niðurflytingarstríðnum, har Skála er illa statt

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl á Skála, har AB verður gestur undir Mýruhjalla. Tveir tímar seinni fara Skála og AB í stutta summarfrí, og tá verður greitt, hvørjar fyritreytirnar vera, tá ið farið verður undir fyrireikingarnar til ólavsøkuumfarið.

 

Skála hevur framvegis ongan dyst vunnið. Heimadysturin ímóti AB er ein av teimum, sum tað er neyðugt at vinna fulla úrtøku í, um skálamenn skulu hava nakran møguleika at sleppa undan niðurflyting. Skála er isolerað í botninum, og næstu umførini vera mótstøðuliðini B36 á ólavsøku,

 

KÍ á summarfestivalinum, Víkingur undir Mýruhjalla, HB í Gundadali, Víkingur í Sarpugerði og KÍ undir Mýruhjalla.

 

Tað kemur øgiliga illa við, at Andreas Egeberg Jacobsen er langtíðarskaddur.

 

Hjá AB var tað eftir sigur í Sørvági, og eftir at AB fyri stuttum vann ímóti B68, NSÍ og B36 skot fyri bógvin, at tað síðst endaði við greiðum 3-0 heimatapi ímóti B68. AB er á sætta plássi við 16 stigum. Full úrtøka í kvøld fer at bera við sær, at fjarstøðan aftur til niðurflytingarstrikuna verður átta stig, og so verður ikki neyðugt at hyggja ímóti botninum. Stigamunurin er ikki størri enn so millum tey í miðjuni og tey lægri á støðutalvuni, at tað skjótt kann fara at brenna undir AB, um tað ikki eydnast at vinna í kvøld, og um B68, sum tvær tær síðstu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku, framvegis fer at vinna.

 

Hjá AB er miðverjin Onni Tiihonen leikbannaður við fýra gulum kortum. Jobin Drangastein, Rói Zachariasen og Jákup Pauli Breckmann skaddir.

 

Skála – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00.

 

-

 

14131039240
Víkingur141112441234
HB14743271825
B3614716251222
EB/Streymur14626172520
AB14518233816
NSÍ14509193515
07 Vestur14338143212
B6814329133211
Skála140591227   5