Tað verður nýval í Fraklandi

- Framgongdin hjá nationalistunum er ein vandi fyri Frakland og fyri Evropa, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, fer at upploysa franska tjóðartingið og sigur, at hann fer at skriva út nýval longu hin 20. juni.

 

- Eg kann ikki látast, sum einki er hent, sigur forsetin, eftir at víðgongdi høgraflokkurin í Fraklandi, National Savning, gjørdist størsti flokkur á franska ES-valinum i dag.

 

Emmanuel Macron sigur, at framgongdin hjá nationalistunum er ein vandi fyri Frakland og fyri Evropa, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur forsetan.