Tað verður ongin undirsjóvartunnil tey fyrstu árini

Hetta var genialt av løgmanni. Tað hevur eydnast honum og samgonguni at forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini.

­ Eg eri púra sannførdur um, at tað verður ongin undirsjóvartunnil gjørdur tey fyrstu, nógvu árini.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins sigur, at við semjuni, sum er gjørd í samgonguni um at seta 20 milliónir í grunn til fast samband um Vestmannasund, hevur tað eydnast løgmanni at forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini.

Og samstundis eydnaðist tað honum at seta Jørgen Niclasen, Suna Jacobsen og Ivan Johannesen so dyggiliga uppá pláss.

­ Men tað heilt geniala við semjuni er, at teir vita bara ikki av, at teir eru settir uppá pláss, sigur Jóannes Eidesgaard.


Tað kemur - einaferð

Sjálvur ivast hann ikki í, at undirsjóvartunnil eigur at verða gjørdur um Vestmannasund -einaferð.

Men spurningurin er, um hetta er rætta tíðin.

­ Tað er ein sannroynd, at hesi seinastu seks árini eru alt ov lítlar íløgur gjørdar í at útbyggja og halda samfelagið ?viðlíka³.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er ikki bara á samfersðluøkinum, hóast tey allarflestu strandfaraskipini eru uppslitin nú.

­ Men tað er eisini harðliga tiltrongt at gera íløgur í heilsuverkið t.d. er Landssjúkrahúsið eisini uppslitið, og tað hevði einki verið í vegin fyri at brúkt 100 milliónir á Landssjúkrahúsinum beinanvegin - og tær høvdu allar fallið á eitt turt stað.

Jóannes Eidesgaard heldur tí, at tað er sera trupult at geva fólkið tann boðskap, at ein íløga í fast samband um Vestmannasund er tann mest átrokandi, og tann alt avgerandi, beint nú.

Hann heldur, at íløgan í fast samband um Vestmannasund má setast upp ímóti øðrum, neyðugum íløgum, m.a. í Landssjúkrahúsið. ­ Men hon eigur eisini at verða sett uppí mót møguleikunum at ferðast aðrastaðni í landinum.

T.d. heldur formaður Javnaðarfloksins, at tað er ikki lætt hjá einum suðuroyingi at svølgja, at undirsjóvartunnil er tað einasta sáliggerandi beint nú, samstundis sum ferðasambandið til Suðuroyar er so vánaligt, at verður tú ein minutt ov seinur til Smyril, skalt tú í flestu førum bíða eitt heilt samdøgur, áðrenn tú fært kansin aftur.

Ella, hvat halda sandoyingar?

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er púra náttúrligt, at vágafólk krevja tað besta sambandið.

­ Men tað er uppgávan hjá politiska valdinum at raðfesta ynskilistarnar.

Og nettupp eina slíka, miðvísari íløguætlan, saknar Jóannes Eidesgaard.

­ Eg haldi, at í hesum sambandi hevur hendan samgongan slept einum møguleika, sum var fyrr, at allir landsstýrisflokkar settu seg saman og samdust um at raðfesta tær íløgur, sum skuldu gerast.

­ Nú ger hvør landsstýrismaður sína egnu raðfesting, men tær verða ikki samskipaðar.


Semjan er trygd fyri at onki hendir

Jóannes Eidesgaard harmast um, at Vágatunnilin nú er tikin fram úr leysum lofti og verður førdur fram sum tann mest átrokandi íløgan av øllum at gera beint nú.

­ Vágatunnilin er gjørdur til eitt mál, sum teir tríggir vágatingmenninir, Ivan Johannesen, Suni Jacobsen og Jørgen Niclasen nú hava drigið fram fyri at markera seg í valstríðnum nú í vár og summar.

­ Hinvegin eru tað eisini nógv í samgonguni, sum eru so mikið at sær komin, at tey vita, at fyri samfelagsbúskapin er hetta ikki rætta løtan at gera Vágatunnilin.

­ Tvs, at tveir týðandi bólkar í samgonguni eru settir upp ímóti hvørjum øðrum.

­ Men við eini genialari semju eydnaðist tað løgmanni at gera báðar partar nøgdar, báði teir, sum vilja hava tunnilin nú, og teir, sum ikki vilja hava tunnilin fyribils.

­ Eftir semjuni hava teir tríggir vágatingmenninir fingið eina tátu, sum teir kunnu verja seg við fyri veljarunum í Vágum, hóast eg ivist í, um vágafólk bíta á agnið.

­ Men samstundis hevur hin parturin í samgonguni fingið trygd fyri, at púra onki hendir, og at farið verður ikki undir undirsjóvartunnil enn á sinnið.

­ Semjan ber nevniliga í sær, at 20 milliónir eru settar í ein grunn til undirsjóvartunnil.

­ Men grunnurin skal hava eina lóg at virka eftir, áðrenn tað ber til at brúka eina einastu krónu úr grunninum.

­ Tann lógin er ikki komin enn. Og verður hon løgd fram, er ongin trygd fyri, at hon verður samtykt.

Jóannes Eidesgaard sigur, at við hesari ferðini, sum pengar verða settir av til arbeiðið, fara nógv Harrans ár at ganga, áðrenn Vágatunnilin er veruleiki.

­ So nyttar onki at Vágatingmenn siga, at tað fer at taka trý ár.

­ Tað sum er hent, er, at ein politiskur trupulleiki er langtíðar-parkeraður. ­ Tapararnir verða tey vágafólk, sum hava droymt um fast samband nú.

Jóannes Eidesgaard sigur, at vildi samgongan hava arbeiðið ígongd, vórðu pengarnir settir av á fíggjarlógini fyri komandi ár.

­ Tí so kundi verið farið undir arbeiðið. Allar aðrar loysnir eru burturforkláringar.

Tí sum er, hava tey afturhaldssinnaðu í samgonguni fingið ein eyka møguleika at forða fyri, at farið verður undir arbeiðið:

Fyrsti møguleikin er at syrgja fyri, at so lítið sum møguligt verður sett av í grunnin. Hin møguleikin er at forða fyri at grunnurin fær eina lóg at virka eftir.

­ Síðani Edmund tók við samferðslumálum er eisini tann broyting í fíggjarlógini, at pengar eru settir av til ábøtur á ferjuleguna á Oyragjógv. Tað er væl ein ásannan av, at fast samband um Vestmannasund kemur ikki enn á sinnð, heldur Jóannes Eidesgaard.


Mistu tamarhaldið

Annars heldur hann, at tað er hugstoytt, at samgongan aftur er farið at gera grunnar aftur, eftir eitt miðvíst arbeiði í fleiri ár at taka allar grunnar av.

­ Grunnar hava verið illa dámdir. Tí avleiðingin av teimum hava verið, at vit hava fingið eitt virksemið við síðurnar av landskassanum, sum vit politiskt ikki høvdu fult tamarhald á.

­ Tí tá vit høvdu grunnarnar, vóru tað ikki samfelagsbúskaparligar ørsøkir til at fara undir íløgur. Tað veldist alt um, hvussu nógvir pengar vóru í onkrum grunni her, ella har, hvørji arbeiði vórðu sett ígongd.

­ Tað vil siga, at tað eru pengarnir, sum stýra íløguraðfestingini.

­ Tað, vit tvørturímóti hava roynt við at avtaka grunnarnar, er, at alt alment virksemið í landinum skal síggjast á fíggjarlógini. Tí eru sjálvt stovnar á fíggjarlógini, sum ikki fáa pengar á fíggjarlógini. Tað hava vit gjørt fyri at fáa fult tamarhald á almenna virkseminum.

Jóannes Eidesgaard minnir á, at tað var Jógvan Sundstein, sum í síni tíð í landsstýrinum setti rættiliga ferð av avtøkuna av grunnum.

Tí undrar tað hann, at partamenninir hjá Sundstein í Tinganesi nú aftur eru farnir at endurtaka mistøkini við grunnum.


Ikki búgvið enn

Annars heldur Jóannes Eidesgaard ikki, at málið um fat samband um Vestmannasund er búgvið til politiska støðutakan enn.

­ Vit hava onki fingið at vita um tað tekniska í málinum. Og vit hava onki fingið at vita um aðrar møguleikar. Kanska vórðu báði byrging og brúgv umrødd fyri 10 árum síðani, men alt tað vita øll vit, sum eru yngri enn so í politikki, púra onki um.

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er sjálvur fyri føstum sambandi, táið tíðin er búgvin.

Men tað er hon ikki løtuni. Tí heitir hann á vágafólk um at sláa kalt vatn í blóðið.

­ Enn ridlar búskapurin so illa, at tað krevur størsta varsemi. Tað hevur gingið gott, tí fiskiskapurin hevur verið óvanliga góður. Men bara tað, at hann kemur niður aftur á vanligt støði, fer tað at merkjast. Tí skal so ómataliga lítið til, áðrenn tað aftur verður galið. Og tí undrar tað meg, at Anfinn Kallsberg, sum mælti til varligan íløgupolitikk, nú fullkomiliga hevur slept endanum.

­ Hetta, sum nú hendir, er ein stór háðan ímóti øllum teimum føroyingum sum fóru ígjøgum so nógv í kreppuárunum, og enn gera tað av teimum tiltøkum, vit noyddust at seta í verk.


Long bíðitíð

Jóannes Eidesgaard sigur, at sum hann hevur skilt trupulleikan, er tað ikki siglingin, men bíðitíðin, sum er tann stóri trupulleikin.

­ Hvussu stórur trupulleik i tað er, veit ongin betri enn vit, sum ferðast javnan til Suðuroyar.

­Tosar tú við sjómenn, sum koma uttan úr heimi, siga teir allir, at tað er onki at koma úr Singapore ella New York til Havnar. Takið er at koma úr Havn til Suðuroyar.

­ Men er bíðitíðin um Vestmannasund ein trupulleiki, hví so ikki ásanna, at onki fast samband kemur tey fyrstu 10 árini, og royna at stytta bíðitíðina eitt sindur. Hví ikki kanna møguleikan fyri at seta tvær góðar ferjur, sum Sam, í sigling, so tað ongantíð bleiv meiri enn 20 minuttir ímillum hvørja fráferð.

­ Og hví ikki kanna eftir, um tað ikki kann bera til at bíleggja sær ferðaætlan frammaundan, sum mann kann í øðrum londum.

­ Tá er tað ikki vist, at trupulleikin hevði verið so stórur, heldur Jóannes Eidesgard.