Tað verður ringt at fáa okkum at semjast

Vit fáa onga nýggja fiskivinnuskipan á nýggjárinum, sigur Bárður Nielsen formaður í Sambandsflokkinum

Tað er rættiliga langt ímillum okkum, og tað skal nógv til, áðrenn sambandsflokkurin kann taka undir við uppskotinum hjá samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Sum støðan er, dugir hann illa at síggja, hvussu tað skal bera til at fáa semju ímillum samgonguna og Sambandsflokkin um eina nýggja skipan.

 

Hann trýr heldur ikki upp á, at tað ber til at seta eina nýggja skipan í gildi á nýggjárinum, og hann heldur enntá, at tað hevði verið ósømiligt at gjørt ímóti fiskivinnuni.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bárð Nielsen greiða frá, hvat skal til fyri at fáa sambandsflokkin tl at taka undir við eini nýggjari fiskivinnuskipan, og hví hann er vísur í, at ongin nýggj skipan kemur í gildi á nýggjárinum