Tey í heimaleguni kendu tað vera stóran lætta, og tey í NSÍ leguni góvu til kennar, at tey harmaðust illa um, at tað ikki eydnaðist at hava stig við sær til hús aftur.
Tað er lætt at skilja, at tey í bláu leguni í dag fegnast serliga nógv um, at tað eydnaðist at vinna fulla úrstøku. KÍ vann 3-2. Sigursmálið skoraði Árni Frederiksberg við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru og dygst inn við nærra stólpa.
Hetta var miðskeiðis í 2. hálvleiki og bara fýra minuttir eftir, at Páll A. Klettskarð við fínum stútara og eftir innlegg úr vinstru frá Patrick da Silva setti bóltin í netið.
Hetta var annað málið hjá Páll í dag, og hetta var sætta málið hjá Páll A. Klettskarð í ár. Nú hevur hann skorað 189 mál í bestu landskappingini. Fyrra málið í dag skoraði hann eftir lítlan hálvan tíma. Hann var fyrstur á, eftir at Dan í Soylu hevði roynt seg.
At NSÍ legan iðrar seg at fara tómhent í undirsjóvartunnilin er lætt at ímynda sær.
Tí áðrenn 20 minuttir vóru farnir, var NSÍ frammanfyri 2-0. Fyrst var tað franski KÍ miðverjin Céderic Yambéré, sum eftir innlegg úr vinstru snittaði bóltin upp um KÍ málverjan Ara í Haraldstovu Petersen, og so var tað Petur Knudsen, sum eftir stórkiks í KÍ uppspælinum og sending frá Konrad Gustafsson setti bóltin framvið KÍ málverjanum.
NSÍ iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at økja um leiðsluna, tí tað vóru møguleikar til tað. Ikki minst Klæmint A. Olsen eigur at iðra seg, tí hann vann seg í tvær støður, sum hann plagar at vera púra tryggur, men í dag riggaði tað ikki, sum tað annars plagar at gera hjá NSÍ liðformanninum.
Ari í Haraldstovu Petersen var á beinkinum í 2-0 KÍ tapinum ímóti B36. Í dag var hann aftur í málinum, men tað kann væl vera, at hann aftur verður á beinkinum, tá ið KÍ leygardagin og í í fjórða umfari fer at spæla á Skála. Í dag stemmaði tað ikki væl hjá U-23 landsliðsmálverjanum. Hvørki í útspælinum, sum hann plagar at vera sera kringur í, og heldur ikki í verjuspælinum, tá ið hann var um reppið at kosta mál.
NSÍ fær sunnudagin vitjan av EB/Streymi.