Klaksvíkar kommunu hevur verið vertur fyri hesi altjóða maritimu vinnumessu síðan 2011. Vinnumessan hevur gjøgnum árini ment seg til ein áhugaverdan sýnisglugga hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum
Eftir at borgarstjórin hevði bjóðað vælkomin, setti Aksel V. Johannesen løgmaður Atlantic Fair messuna. Atlantic Fair heldur fram til hósdagin 30. mai.