Fyri meg kann politikkur ofta virka óunniligur. Tað er eisini ein veruleiki, at tað ofta er innan politikk, at hugmóð og grammleiki køva samvitskuna. Tað kann tí vera vændi fyri, at politikkarar missa seg sjálvar burtur og lata seg spilla – her er eingin flokkur undantikin. Tí eiga politikkarar at vita, hvønn veg teirra moralska kumpass vendir og kenna sína høvuðsskyldu – at tæna fólkinum.
Frælsi og sjálvræðið til tín og tína familju
Ein kjarna í borgarligum politikki er, at statsvaldið skal blanda seg minst møguligt í lívið hjá mær og tær og at vit hava álít á, at fólk sjálvi eru tey, ið eru best før fyri at skipa og stjórna sítt egna lív. Í stuttum merkir hetta minni tvingsil og eftirlit og meira persónligt frælsi og eginábyrgd – og sum høvðusprinsipp, at avgerðir altíð vera tiknar tættast at fólkinum - tvs., at nærdemokrati og tín rødd hevur alstóran týdning. Hetta merkir eisini, at sum politikkarar eiga vit í fyrstu atløgu at tæna menniskjum í Føroyum heldur enn skipanum, felagsskapum og fyritøkum, heimsveldum og stovnum ella ideologiskum rákum – hetta hevur týdning.
Tað er virðismikið at gerðast gamal og børnini eru tað dýrabarasta vit eiga. Tað hóvar mær illa, at okkara eldru og okkara børn støðugt vera umtalað við ídnaðarhugtøkum sum tilfeingið og íløga. Hesin hugsunarháttur dregur skjótt tað persónliga og serðstaka úr okkara kæru og avmarkar tey til at vera framleiðsluvørur hjá øðrum, at forvinna sær pening burturúr. Góður borgarligur politikkur er eisini at byrgja upp fyri hesum. At enda, so er familjan bulurin í samfelagnum. Familjur við etiskum støðufesti, sunnum sínamillum sambondum og sjálvstøðugari tankangongd, skapa bestu gróðrarlíkindini fyri einum vælvirkandi samfelag, har menniskju koma hvør øðrum við, hava yvirskot og vilja til at hjálpa hvør øðrum - og taka ábyrgd í mun til egið lív og egna framtíð. Tí hevur tað størstan týdning, at verja óføddda barnið og kjúkla um familjuna. Trívist familjan ikki, hongur samfelagið illa saman.
Hevur mín rødd tín áhuga, so vel meg til Løgtinsvalið 2026.
Birita Lamhauge Jóansdóttir, Valevni fyri Fólkaflokkin










