Tær donsku mistu á stokkinum

Neyðugt var við longdari leiktíð áðrenn Rumenia skapti eitt vónbrot hjá donsku vertunum.

Tað verður ikki til nakað bragd hjá donsku hondbóltskvinnunum í HM á heimavølli. Tað er greitt, nú danska landsliðið í kvøld tapti eina serstakliga tætta og spennandi fjórðingsfinalu ímóti Rumenia.


Rumenia var omaná í fyrra hálvleiki og slapp til hálvleiks á odda 13-10. Tað tók tó ikki drúgva tíð hjá Danmark at javna til 13-13 tíðliga í seinna hálvleiki, men Rumenia vann sær aftur tepra leiðslu og var ávegis sigrinum.


Danmark megnaði at javna til 27-27 í evstu løtu, men Rumenia fekk tó gyltan møguleika at skjóta seg í hálvfinaluna, tá ið tær fingu brotskast í tí at tíðin fór. Rikke Poulsen bjargaði brotskastinum, og so var neyðugt við longdari leiktíð.


Aftur í longdu leiktíðini, sum var tvær ferðir fimm minuttir, leikti javnt á. Rumenia skeyt tó avgerandi málið fimm sekund áðrenn seinasta bríkslið, og so slapp Rumenia til hálvfinaluna við teprum 31-30-sigri.