B68 og Skála vunnu, og FC Suðuroy spældi javnt. Tað ber við sær, at spenningurin um uppflytingina er sera stórur, nú ein triðingur av landskappingini í næstbestu deildini er eftir at spæla. Eingin ivi er um, at HB, sum í dag vann 4-2 í Klaksvík, fer at vinna gull.
Toftamenn vóru sannførandi, tá ið teir seinnapartin á Sandi fóru aftur til arbeiðis eftir summarfrí í allan juli mánað. B68 hevði 6-1 sigur við sær av Sandi seinnapartin.Harvið er B68 framvegis á silvurplássinum, og harvið er B71 framvegis undir strikuni.
Jónleif Højgaard, skoraði trý mál, og eisini Óli Olsen, sum í summar er komin aftur til B68 eftur útlegd í Víkingi, skoraði eisini hattrikk. Merkisvert er tað, at B68 tíðliga í 2. hálvleiki í sjey minuttir skoraði fýra mál. B71 málið skoraði Helgi Samson, sum í summar er fluttur úr KÍ og til B71.
Í Klaksvík gekk tað, sum tað ofta hevur gjørt seinnu árini, tá ið KÍ hevur havt vitjan av HB. Tá ið stórur hálvur tími var farin, var KÍ frammanfyri 2-0 við málum, sum Jósup Henriksen skoraði.
Síðsta stóra hálva tíman svaraði HB so rudduliga aftur: Magnus Egilsson minkaði um munin, Tróndur Jensen javnaði, og í evstu løtu tryggjaðu Pætur Jørgensen og Óli Arge HB 4-2 sigur.
Í Leirvík hevði Víkingur vitjan av FC Suðuroy, sum saknaði fleiri av teimum, ið hava verið við til at lyfta liðið fram. Tað endaði 0-0, men talan var um fleiri upplagdar málmøguleikar, og bæði liðini raktu træverkið.
TB vann 3-2 á B36 í Gundadali, og við sigrinum legði TB av álvara sjógv millum seg og niðurflytingina. Jonhard Ferjá skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Aron Sørensen syrgdi við tveimum málum fyri, at TB var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1, men Tóki á Lofti og Árni G. Nielsen javnaðu fyri B36, sum tó ikki megnaði at halda tørn.
Sum nevnt fyrr í dag, so vann Skála tíðliga seinnapartin 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.
18. umfar
KÍ-HB 2-4 (2-0)
1-0: Jósup Henriksen 34.
2-0: Jósup Henriksen 37.
2-1: Magnus Egilsson 58.
2-2: Tróndur Jensen 63.
2-3: Pætur T. Jørgensen 89.
2-4: Óli Arge 90.+2.
Víkingur-FC Suðuroy 0-0
EB/Streymur-Skála 0-2 (0-1)
0-1: Hallur Fláaberg 20.
0-2: Karstin Justesen 86.
Reytt kort: Teitur Johansen, EB/Streymur, 75. (beinleiðis reytt)
B36-TB 2-3 (1-1)
0-1: Aron Sørensen 27.
1-1: Tóki á Lofti 45.
1-2: Aron Sørensen 51.
2-2: Árni G. Nielsen 53.
2-3: Jonhard Ferjá 87.
B71-B68 1-6 (0-2)
0-1: Jónleif Højgaard 35.
0-2: Óli H. Olsen br 39.
0-3: Óli H. Olsen 51.
0-4: Óli H. Olsen 53.
0-5: Jónleif Højgaard 55.
0-6: Jónleif Højgaard 58.
1-6: Helgi Samson 87.
Støðan
HB 42
B68 33
Skála 30
FC Suðuroy 30
B36 27
Víkingur 23
KÍ 23
TB 19
EB/Streymur 14
B71 14
hagtøl www.faroesoccer.com
19. umfar týsdagin 6. august
KÍ-B71
B68-Víkingur
Skála-B36
HB-EB/Streymur
FC Suðuroy-TB