Tage Mortensen lagt taktstokkin

Síðsta sunnudag var vaktarskifti umborð á skútuni Danmark Radio Pigekor. Tage Mortensen, sum leitt hevur kórið í 34 ár - verið tess vaktarmaður og talsmaður, legði taktstokkin frá sær og rætti hann til Michael Bojesen.

 

KÓRTÓNLEIKUR

Frits Johannesen



Síðsta sunnudag var vaktarskifti umborð á skútuni Danmark Radio Pigekor. Tage Mortensen, sum leitt hevur kórið í 34 ár - verið tess vaktarmaður og talsmaður, legði taktstokkin frá sær og rætti hann til Michael Bojesen.

Tage hevur fleiri ferðir verið í Føroym við kóri sínum. Í juni mánaði í ár var hann og helt konsertir í Havnini, Eysturoynni og Norðuroyggjum. Hann hevði gott samband við William Heinesen, og var hann í Havnini á hundrað ára degi hansara. Tá ið William Heinesen fylti 90 ár, var hann við DRP og sang tónleikaverk, sum Tage sjálvur hevði skrivað yvir yrking av WH. Hann er væl fyri, tá ið hugsað verður um skaldskapin hjá William Heinesen. Hann hevur á universitetstøði skrivað ritgerð um skaldið og skaldskap hansara.

Fyrstu ferð Tage Mortensen var í Føroyum við kóri var 1967. Hetta kórið var Nordjysk pigekor. Næstu ferð hann kom, var 1970 og var hetta við kórinum Danmark Radio Pigekor. Hann hevur, sum sagt, verið tess leiðari í 34 ár og hevur síðani verið fleiri ferð í Føroyum og sungið.

1982 var hann og sang við børnunum í Fuglafjarðar skúla. Hetta vóru góðir dagar og dámdi honum sera væl at vera ímillum børnini og hoyra natúrligan sang. Hetta var í februar, og vóru einar tvær konsertir hildnar í Fuglafirði við sangkórinum og børnunum. Ikki haldi eg taki munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at hann helt, at vit áttu at gjørt gentukór á staðnum, og skuldi tað bera heitið: Føroyska gentukórið. Føroyskt gentukór? Nei, hví ikki Fuglafjarðar gentukór? So var. Síðani henda dag í februar 1982 hevur kórið borið hetta heitið. Eitt sum dettur mær í hugan frá hesum døgum, er at Tage Mortensen var sera hugtikin av løgunum hjá Jógvani á Lakjuni. Hann brúkti orðið: Kvasirytmir um løgini hjá honum. Frá hesum døgum er lagið Vøkur er verðin (orð: Mikkjal á Ryggi) sprottið. Hetta lagið hevur kórið borið fram manga ferðir heima á landi og uttanlands. Á samkomu, sum var eftir konsertina bjóðaði Tage Mortensen tí nýggja kórinum á konserferð til Danmarkar á páskum 1983. Hesum tóku vit av og fóru avstað á páskum árið eftir sum gestir hjá DRP. Hetta var ein góð ferð. Vit sungu í Keypmannahavn, Næstved, Odense, Aarhus og Aalborg. Ferðin vardi í einar 14 dagar og høvdu vit 18 konsertir á hesi ferð. Upptøka varð gjørd til Danmark Radio, hvar kórið fekk eina rytmiskan bólk við bassi, gittara, klaveri og trummum at leika undir til kvasirytmirnar hjá Jógvani.

Frá hesum døgum kom Tage í samband við Karl Andreassen av Strondum. Hann fekk at vita, at hann kundi fleiri lestrar uttanat. Næstu ferð Tage Mortensen kom at vitja, hevði hann bandupptakaran við sær og fór at vitja Karl. Tage Mortensen festi tveir lestrar á band, sum hann hevur spælt av aftur í tí danska útvarpinum. À flestu ferðum sínum var hann inni á gólvinum hjá WH, skifti orð við hann, tók hann uppá og hevði sendingar um skaldið í danska útvarpinum.

Á ymiskan hátt hevur samband verið við Tage Mortensen og DRP øll hesi ár. Hann hevur fleiri ferðir vitjað aftur, verið dyggur í ráðum og stuðlað á ymiskan hátt við sínum kunnleika um tónleik.

Hann hevur t. d. verið í London í arkivinum hjá BBC og leita eftir tónleiki fyri eins røddir. Her fann hann so nógvan tónleik, sum aldri fyrr. T. d. nevndi Tage, at her var sanniliga opratónleikur skrivaður fyri eins røddir. Ofta hevur verið heitt á Taga Mortensen um løg til kórið hjá okkum. Gentukórið úr Dan-mark radio var og vitjaði í Fuglafirði 1990 og vóru vit og vitjaðu tey aftur 1993.

Á jólakonsertini sunnudagin 3. Des. í Radiohúsinum var vaktarskifti í hesum kóri. Tage Mortensen segði farvæl eftir 34 ár at staðið við róðrið og ment hetta kór í skaldskapi og tónleiki. Hann hevur lagt sítt í hetta vala kór, borið tað fram við rótum í danskari , evropeiskari, norðurlendskari og føroyskari mentan.. Hetta hevur ikki verið keðiligur sangur við køldum gjalum av frostbitnum hógvum. Nei, innarligur tónleikur sungin av ungum røddum í hundraðtali øll hesi ár. Esini kann leggjast afturat tí fólkaliga, so hevur kórið ikki hildi seg aftur, tá ið klassiskur og nútíðartónleikur hevur staðið á breddanum.

Óførur rómur var í tí danska útvarpshúsinum sunnudagin 3. Des. Undir hesum bitum eru trý kór av hesum slag - Gentukórið, Barnakórið og Seniorkórið . Øll hesi trý kórini sungu henda dag. Kirsten Milters leiddi barnakórið og Tage Mortensen leiddi hini bæði. Michal Bojesen var eisini á pallinum við tveimum løgum. Lad det klinge sødt i sky og Her kommer Jesu dine små, sum hann so meistarliga hevði lagt til rættis fyri fýrarøddað gentukór. Tað seinna var við strúkarum og solisti. Lise Tjavle var solistur, sum júst er liðug við sína útbúgving í München sum oprasangari. Hon hevur í fleiri ár sungið við í gentukórinum og hava nógvir góðir sangara trátt sínar barnaskógvar í Danmarks Radio Pigekor.

Gott samstarv hevur verið millum Kirsten Milthers og Tage. Tey hava verið sum stúkan og rekkjuvágin. Tage Mortensen hevur kent sær ein bága tað síðstu tíðina, og hevur Kirsten verið honum ein góður stuðul, tá ið megin ikki rakk til.

Tage Mortensen varð væl fagnaður henda dag. Fjøld av fólki eini 1100 í tali fagnaðu Tage. Blómur og góð ynski vórðu borin fram. Ein laurberkrans fekk Tage Mortensen um hálsin og útnevndur til heiðurslim í hesum fraga kóri.

Tað er ilt at siga, hvat var best á konsertini. Tað sum hugtók meg mest var Vaughan Williams ?Fantasia on Christmas Songs?, har øll trý kórini, orkestur og solistur, Lise Tjavle, vóru við. Her haldi eg, at sangararnir góvu sangstjóranum eitt hjartaligt farvæl. Eitt heraklapp í ljóði, sangi og orðum. Eitt ríkt skeið við sangi og tónleiki undir hesum bitum, sum rakk so víða, var komið at enda.

Fólk reistust úr sati, og lógvabrestirnir gneltu í - sýndu manninum, sum skapt hevur eitt kór av dygd og livandi fólkamentan sítt besta viðmæli og tøkk fái Tage Mortensen fyri øll hesi ár.