Taiwan heldur at Kina fyrireikar seg til kríggj

Kinesiska hernaðarvenjingin varð sett í verk eftir at forsetin á Taiwan, Tsai Ing-wen, var komin aftur av vitjan úr USA.

Sunnudagin simuleraði Kina eitt álop á Taiwan, har landið kringsetir oynna við 24 miljónum íbúgvum.

Uttanríkisráðharrin á Taiwan, Joseph Wu, sigur við CNN, at Kina helst fyrireikar seg til at gera álop á Taiwan.

 

- Líkt er til, at landið fyrireikar seg til kríggj móti Taiwan, sigur hann.

 

Leygardagin byrjaði Kina eina stóra hernaðarvenjing kring oynna, og landið sigur, at hernaðarvenjingin er lokin.

 

Men, í gjár visti verjumálaráðið á Taiwan at siga, at átta kinesisk herskip framvegis sigla í havinum kring oynna.

 

Kinesiska hernaðarvenjingin varð sett í verk eftir at forsetin á Taiwan, Tsai Ing-wen, var komin heim av vitjan úr USA.

 

Spurdur, um vitjanin var tað verd, sigur uttanríkisráðharrin, at Kina kann ikki gera av, hvussu "vinir" hjá Taiwan skulu vísa sín stuðul.

 

Kina og Taiwan hava verið atskild síðan 1949, tá kommunistarnir vunnu kinesiska borgarakríggið og tóku yvir valdið á meginlandinum.

 

Men, Kina er framvegis av teirri áskoðan, at Taiwan er ein partur av teirra øki.

 

Tað er NTB, sum í dag endurgevur hesi tíðindi hjá CNN, har tey hava skift orð við uttanríkisráðharran á Taiwan, Joseph Wu.

 

 

 

Sunnudagin simuleraði Kina eitt álop á Taiwan, har landið kringsetir oynna við 24 miljónum íbúgvum.