Taiwan rakt av melduródn

Hetta er herviligasta ódnin, sum hevur rakt oynna seinastu 30 árini

Ein hervilig melduródn, rópt Kong-rey, hevur rakt Taiwan. 

 

Sagt verður, at hetta er ógvusligasta melduródn, sum hevur rakt oynna seinastu 30 árini.

 

Higartil er frætt um, at eitt fólk hevur latið lív, og í minsta lagi 73 hava fingið løstir.

 

Tað veit sløkkilið á Taiwan at siga í morgun.

 

Tað er serliga á eysturstrondini á Taiwan, at harðast hevur leikað á, siga lokalir veðurfrøðingar.

 

- Flogvallir eru stongdir, og fólk eru biðin um at halda seg við hús, vita fleiri útlendskir miðlar at siga í morgun.