Tak ikki okkara heilsudepil

- Heilsudepilin er ein tann best útgjørdi og mest tvørfakliga samansetti depil í landinum. Henda heilsudepil vilja vit her vesturi halda fast við. Støðan má og skal ikki broytast til tað verra, sigur Rósa Samuelsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu.

 

 

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, hevur sent kommunum kunning um ætlanirnar at miðsavna heilsutænasturnar í landinum. Landsstýrið sigur, at ætlanin er at deplarnir skulu leggjast nærri borgarunum og annars miðsavnast í økjum.

 

 

Sambært Rósu Samuelsen skulu Vágar, Norðstreymoy og norðasti parturin av Eysturoynni vera eitt øki. Hesum vil hon tó ikki finna seg í.

- Heilsudepilin skal ikki úr Vágum. Hetta er eitt ófrávíkiligt krav frá okkum úr Vágum, sigur hon.

 

 

Hon heldur, at loysnin í Vágum er góð sum hon er og vísir hon á, at í heilsudeplinum í Vágum í dag eru kommunulæknar, fysioterapi, kostráðgevar, sálarfrøðingur, Gigni, Økispsykiatri og heimasjúkrarøktafrøðingar.

-  Vit hava ein góðkendan vælútbygdan heilsudepil og sjúkrabilatænastu í oynni við sera dugnaligum starvsfólkum. Hetta er nakað vit hava stríðst fyri  í sera góðum samstarvi við Siri Stenberg, landstýriskvinnu og  Kartin Hansen landstýrismann, sigur Rósa Samuelsen.

 

 

- Uppgávan hjá Vága og Sørvágs kommunum er at BERJAST fyri at varðveita OKKARA heilsudepil.  Vit hava havt sera gott samstarv við heilsumálaráðið og hava stóra virðing fyri arbeiði teirra. Vit vilja eisini sera fegin samstarva við aðrir heilsudeplar, men bara at hava viðtaluhølir í Vágum og miðsavna allar hinar tænasturnar, góðtakað vit ikki, sigur varaborgarstjórin í Vága kommunu.