Tórshavnar kommuna fer at fríðka um gomlu brúnna um Sanda úti í Havnardali
Brúgvin er frá 1926, og síðani tá hevur verið koyrandi úr Havn til Velbastaðar og Kirkjubíggjar.
Marin Katrin Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, skrivaði í grein í Sosialinum seinasta mikudag, at brúgvin skal setast í uppruna stand. Tað merkir, at bilverjan verður tikin av brúnni, at asfaltið verður grivið upp av brúnni, og at smiðjujarngelendari verður gjørdur soleiðis, at brúgvin fær sítt upprunasnið.
Tá koyrt varð eftir brúnni fram til 2004 góvu fólk sær helst ikki far um, hvussu vøkur brúgvin er. Heldur illneitaðust fólk um at noyðast at halda av, tí ferðslan kundi ikki ganga báðar vegir eftir brúnni. Men tá nýggj brúgv varð gjørd norðan fyri brúnna, kom gamla brúgvin rættiliga til sjónar sum eitt byggilistarligt prýði frá gamlari tíð.
Tað var Vilhelm Tórsheim, byggimeistari, sum bygdi brúnna um Sanda. Havnarfólk róptu hann »Keisarin«. Helst tí, at hann hevði sama navn og sama slag yvirskegg sum týski keisarin.
Arbeiðið at gera brúnna kostaði 12.487 krónur, tá hon stóð liðug í 1926.
Brúgvin var sum vera man eitt stórt framstig tá í tíðini. Hetta var bert fýra ár eftir, at bilarnir vóru komnir til landið og samstundis fyrsti møguleiki hjá havnarfólki at koyra út um býin.
Øll ferðsla til Velbastaðar og Kirkjubøar og seinni til Gomlurætt var um hesa brúnna, líka til nýggi vegurin og nýggj brúgv vórðu tikin í brúk í 2004.
Hóast gamla farleiðin tykist neyðarslig í mun til nýggja og breiða vegin, so hevur gamla farleiðin til Kirkjubíggjar tænt fyri seg í næstan áttati ár.