Tað snýr seg um at taka einkarrættin til innflutning frá Rúsdrekkasølu Landins, ein einkarrættur, sum hevur verið galdandi í 32 ár, síðani rúsdrekkanýskipanina í 1992, tá Rúsdrekkasøla Landsins varð sett og stovn og fekk einkarrætt at innflyta og selja rúsdrekka.
Sambært ískoytispartinum í ólasøkurøðu løgmans sæst, at broytingaruppskotið er á veg í Løgtingið. Sagt verður har, at lógaruppskotið hevur til endamáls at loyva matstovum og heilsølum at flyta inn vín, øl o.a. beinleiðis heldur enn um Rúsdrekkasølu Landsins.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í oktober 2024.