Taka miðnám í fýra londum

16 ára gomlu Femja Poulsen úr Havn og Angela Djurhuus úr Kollafirði ganga í einum norðuratlantiskum studentaflokki saman við næmingum úr Danmark, Íslandi og Grønlandi. Undirvísingin fer fram á skift í fýra londum

– Tað er spennandi at vera saman við næmingum úr so nógvum londum og samstundis sleppa at ferðast í so nógvum londum. Vit hava upplivað eina rúgvu, siga tær báðar Femja Poulsen og Angela Djurhuus.

Tað var fyri einum ári síðani, at tær søktu inn á tann serliga norðuratlantiska studentaflokkin. Tær sluppu báðar inn, og síðani august hava tær gingið á Gribskov Gymnasium í Danmark. Í summar fara tær at ganga á Miðnámi á Kambsdali, frá í januar 2021 skulu tær ganga á Verzlunarskóla Íslands, og seinasta skúlaárið skulu tær ganga á GUX í Sisimiut i Grønland.

– Samanhaldið á skúlanum er sera gott, og vit hava fingið nógvar vinir úr hinum londunum. Men tað er eisini avbjóðandi at vera heimanífrá og vera í eini aðrari mentan, sigur Femja Poulsen.

– Tilboðið ljóðaði sera spennandi, og eg vildi uppliva nakað serligt, sigur Angela Djurhuus.

Les alla samrøðuna við Femju Poulsen og Angelu Djurhuus í dagsins Sosiali, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið.

##med2##