Vit eiga at lýsa tað út í æsir, hvørjir fyrimunir og vansar tað eru við at leggja kommunurnar í Suðuroy, saman. Tað halda tey í Tvøroyrar býráð. Í kvøld hava tey einmælt samtykt eitt uppskot frá borgarstjóranum, Kristini Michelsen, um at virka fyri, at fáa kommunurnar í Suðuroy til at seta ein arbeiðsbólk, við umboðum fyri allar kommunurnar, at kanna fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging í Suðuroynni.
Talan skal vera um ein arbeiðsbólk, sum politisk skal vera púra óheftur, og sum kann viðgera málið út frá einum fakligum sjónarmiði. Og í hesum sambandi skal arbeiðsbólkurin eisini kunna leita sær serfrøðinga hjálp uttan eftir.
Í kvøld samtykti býráðið eisini, at Kristin Michelsen skal kalla hinar borgarstjórarnar í Suðuroynni saman til fundar at viðgera eina slíka ætlan, eitt nú, hvussu arbeiðsbólkurin skal skipast og setast saman. Samstundis skal arbeiðssetningurin eisini viðgerast saman við borgarstjórunum.
Endamálið hjá Tvøroyrar Býráð er at kommunurnar skulu semjast um at seta eina nevnd at kanna, hvørjir fyrimunir, og hvørjir vansar, eru fyri hvørja einstaka kommunu, at leggja saman við øðrum kommunum.
Kristin Michelsen leggur dent á, at hetta snýr seg um eina kanning, og einki annað. Hetta er ikki at leggja kommunur saman, men einans at kanna fyrimunir og vansar fyri hvørja einatøku kommunu. Tá ið úrslitið hjá arbeiðsbólkinum fyriliggur, fara kommunurnar so at viðgera tað hvør sær og at taka eina støðu, sigur hann.
Hann heldur, at serliga í hesum døgum hevur tað ein heilt avgerandi týdning, at øll Suðuroyggin tosar við eini felags rødd. Hann hugsar um, at Smyril er farin at eldast og tað er ikki vist, at hann klárar so nógv ár afturat.
Samstundis hevur kjakið um undirsjóvartunnil tikið seg upp og Kristin Michelsen sigur, at tað er heilt avgerandi, at øll Suðuroyggin tosar við einari tungu.
Hann heldur, at tað er eitt keðiligt signal at senda at Suðuroyggin møtir upp á fundi við sjey borgarstjórin, hvørja ferð, okkurt er.