Tað eru ójavnar meiningar um lýsingina hjá Okkara bryggjaríi á leikbúnunum hjá HB. Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, segði við Rás2 og Sosialin, at hann fór saman við nevndini í FSF at hyggja upp á málið, meðan Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, segði, at tað hevði ikki komið upp á tal innan hansara samband at loyvt slíkum lýsingum.
ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, hevur hinvegin valt at tulka reglurnar í »Stevnumið um rúsdrekka og ítrótt« soleiðis, at av tí at Okkara er eitt lítið og nýtt bryggjarí, er tað í lagi at lýsa við logo’inum hjá fyritøkuni.
Hann segði við Rás2 í gjár, at hann ikki kann taka støðu til ein hypotetiskan spurning um, hvørt hann hevði viðmælt einari lýsing frá Tuborg ella Carlsberg.
Fyri at kasta meiri við á bálið hevur Petur Elias Petersen undan páskum givið Neistanum grønt ljós at brúka sama Okkara-logo á búnunum hjá mansliðinum í sambandi við FM finaludystirnar.
Men ÍSF-forsetin segði eisini við Rás2 i gjár, at hann fór at taka málið upp í stjórnini.
- Málið er so nógv blást upp í miðlunum, at tað er rættast at vit taka tað upp á fyrstkomandi stjórnarfundi, segði Petur Elias Petersen.
Men sum skiltist á ÍSF-forsetanum kann talan væl blíva um at linka reglurnar soleiðis, at tað fór at gerast púra greitt, at slík logo sum Okkara saktans kunnu brúkast sum lýsingar á leikbúnum undir ÍSF.
Tá verður so spurningurin, um pengarnir telja meira enn fyrilitið fyri børn og ung, sum hava leikararnar sum sínar fyrimyndir.