Ølið frá nýggja bryggjarínum á Velbastað er væl móttikið av føroyingum.
Tað heldur í hvussu er stjórin, Wilhelm Petersen, sum sigur, at sølan hevur gingið betri en framman udan væntað.
- Vit komu jú á marknaðin við trimum dósum, og mánadagin kom so fyrsta serølin, sum allar væntandi verða á fløsku. Talan er um ólavsøkuølina, Okkara Ólavur, sigur Wilhelm Petersen.
Tað hevur alla tíðina verið ætlanin við bryggjarínum, at teir skulu bryggja serølir til serlig høvi.
- Næsta serølin kemur væntandi einaferð tíðliga í heyst. Tað hevur leingi verið ein trendur uttan um okkum, at ølfjepparar dyrka øl, eins og vit kenna tað frá víni, sigur Wilhelm Petersen.
Afturmeldingarnar, sum teir á Okkara hava fingið higartil eru góðar.
- Tað er serliga pilsnarin og gullin, sum fólk tykjast hava tikið til sín. Og tað, vit hava frægt frá ólavsøkuølini er eisini sera positivt, sigu Wilhelm Petersen.
Hvussu tað annars verður við Okkara Ólavi veldst alt um, hvussu ølin verður móttikin.
- Hon er bryggjað eftir belgiskum ølkunsti, og inniheldur meiri humlu enn tær vanligu ølirnar. Hetta merkir samstundis, at talan ikki er um eina øl, sum tú hvølir í teg, men heldur um eina øl, at njóta aftur við matinum í staðin fyri vín, sigur Wilhelm Petersen.
Tað skilst á lagnum, at serøl ætlandi skal koma út til ymisk serhøvi, og ikki bara til jóla og páska.
Tað liggur eisini í kortunum, at Okkara skal líta út um landoddarnar.
- Tað er greitt, at vit hugsa tann vegin. Hinvegin hevur gingið so væl og so skjótt, at vit ikki í løtuni hava kapasitet at hugsa út um heimamarknaðin. Men tað er einki at ivast í, at Keypmannahavnarøkið hevði verið áhugavert, og á tí ølmessu, sum vit vóru á í Valby, var sýndur áhugi fyri okkara øli, sigur Wilhelm Petersen.
Eisini íslendski marknaðurin er ein møguleiki, men – sum stjórin sigur – fara vit út um landoddarnar, skal tað gerast ordiligt.
Og fyribils má so sigast, at Okkara hevur lagt ordiliga frá landi.