Taka okkum neyðugu tíðina

Tað kemur altíð óvart á, tá ein stjóri soleiðis sigur upp, men vit ætla at taka okkum neyðugu tíðina at finna avloysaran hjá Sofus Clementsen, sigur Tummas Hanus Dam. Nevndarformaðurin í Posta, Tummas Hanus Dam, harmast um, at Sofus Clementsen hevur sagt seg úr starvi.

- Eg havi arbeitt saman við Sofusi Clementsen í eitt ár nú, og eg havi alt gott at bera honum. At hann nú hevur sagt seg úr starvi havi eg ikki so nógvar viðmerkingar til, men vil ynskja honum alt tað besta frameftir, sigur Tummas Hanus Dam.

Spurdur, um stjórin sjálvur hevur sagt seg úr starvi, ella hann er eggjaður til tess av nevndini sigur Tummas Hanus Dam, at Sofus sjálvur hevur valt at siga seg úr starvi.

- Leiðslan á stovninum er tó sera dugnalig, og eg eri sannførdur um, at Hjørdis Viðberg fer at megna fyribils stjórastarvið, sigur Tummas Hanus Dam.

Hann ætlar sær tó ikki at skunda ein nýggjan stjóra ígjøgnum.

- Vit vóna at hava ein nýggjan stjóra í starvinum til 1. januar, men vit ætla okkum kortini at taka tað tíð, tað takur at finna rætta persónin, sigur Tummas Hanus Dam, nevndarformaður í Posta.