Taka time-out við fast-track skipanini

Fleiri tingfólk, bæði úr samgongu og andstøðu, halda, at vit skulu taka eitt time-out við fast-track skipanini, sum ger tað sera ómakasleyst hjá útlendingum at koma til Føroya

Í samrøðu við Sosialin undan ólavsøku segði løgmaður, at útlendingamál fara at fylla rímuliga nógv í orðaskiftinum í næstum. Hann hevði sama boðskap í ólavsøkurøðuni. Í samrøðuni við Sosialin vísti hann á, at tað kemur rættiliga nógv útlendsk arbeiðsmegi til Føroyar í løtuni, og tey hava eisini rætt til familjusamanføringar. Tað vil siga, at talið av útlendingum, sum kemur til Føroyar, er so mikið stórt, at tað er farið at skapa okkum ávísar avbjóðingar.

– Tí tað sum hevur stóran týdning er, at vita taka væl ímóti teimum, sum koma til Føroya, og megna tað, og um tað koma ov nógv, so er vandi fyri, at vit ikki megna at integrera tey, vísir løgmaður ár.

– Tað verður arbeitt við at gera broytingar. Nakrar vóru gjørdar seinasta heyst, har hækkaði inntøkukravið munandi fyri at fáa familjusamanføring.

– Nú verður so lóg um integratión løgd fyri tingið í heyst, og so er arbeiðið farið í gongd, har vit fara at endurskoða alla útlendingarlógina, sigur Aksel V. Johannesen. 

Útlendingarlógin, sum er galdandi í dag, er tann sum var galdandi í Danmark í 2001, sjálvt um hon er broytt fleiri ferðir í Danmark síðani tá. 

Við Fasttrack skipanini hava vit fingið so stóra tilflyting, at tað kann vera so øgiliga skjótt, at vit missa tamarhaldið á støðuni og ikki megna at integrera tey, sum koma, vísir løgmaður á. Hann veit væl, at vinnan hevur tørv á hesi arbeiðsmegini.

– Men tá tey missa arbeiði, so eiga tey sum útgangspunkt at fara av landinum, men tey hava møguleika at fáa alla familjuna við til Føroya í dag, um tey hava eina ávísa inntøku.

– Vit mugu tí hyggja eftir, hvussu vit kunnu hava meira tamarhald á hvussu nógv fólk koma til Føroya, soleiðis at vit megna at taka væl ímóti teimum, sum koma til Føroya – og fáa tey integrerað, heldur enn at fáa ov nógv, so vit ikki megna at fáa tey integrerað í samfelagið.

– Hetta er eitt stórmál, sum hevur stóran týdning at vit gera rætt, sigur Aksel V. Johannesen.

Undir orðaskiftinum á tingi um ólavsøkurøðuna hava fleiri tingfólk havt fast-track skipanina á orði. Har tykist breið semja vera um, at neyðugt er at gera broytingar – ella at gera eitti »time-out«, sum fleiri hava nevnt, bæði úr samgongu og andstøðu.