- Verður avgerð tikin um, at lata skúlarnar aftur í heyst fyri at forða fyri at svínakrím spjaðir seg, skal tað skorta upp á vælvild frá okkum at gjøgnumføra eitt slíkt tiltak.
Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, er samdur í, at nú svínakrím er farið at ganga, eru skúlar ein heilt serligur smittuvandi.
Hann er samdur í, at lærarar og skúlabørn eru í einum heilt serligum smittuvanda og tí tekur hann eisini undir við, at hesir bólkarnir verða vardir.
- Tað er allur vandi fyri, at smittan rættiliga fer at herja í heyst, tá ið summarfrítíðin er av og hundraðtals børn savnast aftur á skúlunum.
Í hondunum á læknunum
Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at í løtuni verður umhugsað at steingja skúlarnar í heyst fyri at sleppa undan smittuspjaðing.
Men hetta er rætta loysinin, hevur formaðurin í Lærarafelagnum fyri so vítt onga meining um.
- Tað er ein spurningur, sum vit fullkomiliga lata upp í hendurnar á læknafrøðini at taka støðu til. Heldur læknafrøðin, at tað er rætt at lata skúlarnar aftur, taka vit fult undir við tí og fara at virka fyri, at ein slík avgerð kann gjøgnumførast so smidliga, sum gjørligt og eitt slíkt tiltak skal sostatt ikki stranda upp á okkara vilja.
- Hetta verður eitt slag av eini undantaksstøðu og vit fara sjálvandi ikki at upp á nakran máta at seta nøkur krøv, sum fara at forða fyri, at smittan kann berjast niður so effektivt, sum gjørligt.
Foreldur stóra ábyrgd
Grundtankin hjá okkum er, at skúlarnir skulu byrja aftur sum vant, men vit ásanna, at smittuvandin í einum skúla er serliga stórur, so heldur læknafrøðin, at tað er rætt at stongja skúlarnir, fara lærararnir at stuðla tí fult út.
Hinvegin ásannar hann eisini, at missa skúlabørnini eina tvær vikur, ella meir í skúlanum, er tað ómetaliga tórført at vinna tað inn aftur.
Og í hesum sambandi heldur hann, at tað fer at hvíla ein stór ábyrgd á foreldrunum.
Tí hann heldur, at verða skúlarnir stongdir, eigur hvørt barnið at fáa eina lesiætlan heim við sær, so at foreldrini kunnu lesa vi barninum heima fyri at tryggja okkum, at tey missa sum minst at skúlagongd.
- Tann stóri trupulleikin fer at stinga seg upp, skuldi tað hent, at avgerð verður tikin um, at skúlarnir verða stongdir frá fyrsta degi eftir summarfrítíðina, so at børnini ikki koma í skúla yvirhøvur.
- Skulu foreldrini lesa heima við børnunum, mugu tey í minsta lagi fáa bøkur heim við, sigur Magnus Tausen.
Les eisini greinina: Foreldur mugu vera lærarar