Takið ADHD/DAMP í álvara

Soleiðis ljóðar áheitanin frá heimskendum granskara á føroyska samfelagið.

Christopher Gillberg vísir á, at børn við hesi diagnosu eru serliga útsett seinni í lívinum. Tað er átrokandi neyðugt, at føroyskir politikarar og samfelagið sum heild ger nakað fyri at hjálpa børnum við diagnosuni ADHD/DAMP.

- Allar altjóða kanningar vísa, at børn við hesi diagnosu seinni í lívinum eru serliga útsett fyri at enda á lívsins skuggasíðu. At tey enda í eini tilveru við sosialum trupulleikum, uttan útbúgving, og í kriminaliteti og misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

Tað sigur Christopher Gillberg, barna- og ungdómspsykiatari og heimskendur granskari við Universitetssjúkrahúsið í Gøtuborg.

Christopher Gillberg vísir á kanningar á stovnum og hjálparmiðstøðum fyri misnýtarar og ung kriminell, ið staðfesta, at millum 30 og 60 prosent av misnýtarunum og teimum kriminellu hava ADHD/DAMP.

- Tað vísir, at fólk við ADHD/DAMP eru serliga útsett, og tí er sjálvandi neyðugt, at samfelagið ger nakað munagott fyri at hjálpa børnum við hesi diagnosu, so tey ikki seinni í lívinum enda í trupulleikum, sigur Christopher Gillberg.

Christopher Gillberg var gestur í morgunsendingini á Rás2 fyrrapartin. Sendingin verður aftur at hoyra á Rás2 klokkan 2205 í kvøld.