Takk fyri gott samstarv

Vit rukku nógvum málum – nú ræður um at halda kós!

At vera landsstýriskvinna seinastu fýra árini, hevur verið ein avbjóðandi uppgáva. Fíggjarstøða landsins hevur verið – og er - álvarssom. Vit hava verið noydd til at tátta í.
Kortini hevur tað eydnast í góðum samstarvi í landsstýrinum og í løgtinginum at røkka týðandi málum á útbúgvingar- og mentamálaøkinum.
Serliga týðandi hevur tað góða samstarvið við skúlaleiðslu og lærarar verið. Tí úrslitini eru bert rokkin, tí at tey, sum starvast í skúlaverkinum, hava tikið stórar uppgávur upp á seg. Og tað eru vit sera takksom fyri.
Stutt sagt ber til at siga, at uml. 700 fleiri ung fólk eru í útbúgvingarskipanini í dag samanborið við 2008.
Fólkaskúlin er mentur á nógvum økjum.
Og vit hava samstundis megnað at minka um hallið á fíggjarlógini í sama tíðarskeiði.
Framhaldandi neyðugt at gera íløgu í læraran
Eg eri greið um, at tað eru viðurskifti í sambandi við eftirútbúgiving og námsfrøðiliga útbúgving av lærarum í fólkaskúla og miðnámsskúla, sum kundu verið betri, tá hugsað verður um tær uppgávur, sum lærarar taka upp á seg at loysa.
Tað er tí framhaldandi avgerðandi at rationalisera útbúgvingarverkið, so at vit fáa umstøður til at førleikamenna lærarar og leiðslur.
Og ikki minst tað er alneyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar á kommunu- á skúlaøkinum og á fiskivinnuøkinum.
Fróðskaparsetrið fótaði sær skjótt
Tað fysta sum hendi, tá eg tók við sum landsstýriskvinna var, at Fróðskaparsetrið fekk ein dyggan frammaná. Vit noyddust at siga fólki úr starvi og at steðga upptøku av lesandi. Men síðani er vend komin í.
200 fleiri lesandi á setrinum í dag – gongdin skal halda fram
Bæði í 2011 og í 2011 eru lesandi tikin inn á setrinum. Og síðani 2007 eru uml. 200 fleiri lesandi á setrinum. Vit fyrireika nýggjar útbúgvingar innan matvørufrøði/sea-food management, sum vónandi kann byrja í 2012, somuleiðis fjølmiðlafrøði.
Betri møguleikar at lesa í Føroyum
Møguleikarnir hjá umgum at nema sær eina útbúgving í Føroyum eru betri í dag enn fyri trimum árum síðani.
Álit um fjarlestur er gjørt, sum kann verða settt í verk í næsta valskeiði. Tað fer at skapa uppaftur fleiri valmøguleikar at samskipa lestur í Føroyum og uttanlands.
Javnaðarflokkurin ynskir at seta ein listaskúla á stovn í næsta valskeiði.
400 fleiri miðnámsnæmingar - vit nærkast málinum
Eisini á miðnámi hava vit megnað at økja munandi um lestrarplássini. Eini 400 fleiri ungdómar nema sær í dag eina miðmánsútbúgving bæði verkliga og ástøðiliga, samanborið við 2008, og soleiðis er eisini við maritimu útbúgvingunum.
Matvøruútbúgvingar í Klaksvík og og maritimur depil
Vit hava sett matvøruútbúgvingar á stovn í Klaksvík, og tá ið miðnámsdepilin í Marknagili verður veruleiki, kunnu vit eisini seta útbúgvingar saman, sum røkka nógv breiðari enn í dag – serliga við denti á kreativar og skapandi yrkisútbúgvingar.
Eisini hava vit lagt lunnar undir ein maritiman útbúgvingardepil í Klaksvík, at fevna um skipara- maskinist, brandskeið, trygdar- og onnur maritim skeið.
Ætlan at menna skúladepilin í Hovi
Arbeiðsbólkur hevur fyrireikað nýggjar útbúgivngar á skúladeplinum í Hovi til pedagogatstøðing, at byggja næmingaheim og at stovnseta ein skeiðsdepil fyri allar Føroyar. Ein sera áhugaverd ætlan, sum kann verða sett í verk, um vit fáa politiska undirtøku fyri tí.
Arbeiðsmarknaðardepil
Ásannandi at verkafólk okkara eru og verða rakt av teimum stóru rembingum, sum eru í samfelagnum, vilja vit í Javnaðarflokkinum stovna ein arbeiðsmarknaðardepil. Millum annað skal hesin depil syrgja fyri, at tey sum ynskja tað, fáa eina holla førleikameting og upp- og umskúling, so at leiðin inn aftur á arbeiðsmarknaðin verður lættari.
Arbeiðsmarknaðardepilin skal fíggjast við parti av tilfeingisgjaldinum, um semja verður um eftir løgtingsvalið.
Lestrarstuðul í 12 mánaðir einki kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald
Játtanin til lestrarstuðul er hækkað úr 80 milliónum krónum til 110 milliónir seinastu 3 árini, og kortini hevur verið neyðugt at minka lestrarstuðulin til heimabúgvandi miðnámslesandi. Stuðulin til stakar uppihaldarar er hin vegin voksin við 1.500 kr um mánaðin.
Javnaðarflokkurin heldur ikki, at vit kunnu halda fram at taka frá teimum sum hava lítið, at geva teimum sum hava minni. Tí hava vit í skattaumleggingaruppskoti okkara fingið pláss fyri at veita 12 mánaða lestrarastuðul til øll.
Og so ikki at gloyma, at vit vilja leggja kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald inn í skattin. Tað kemur serliga teimum lesandi til góðar. Upp móti 10.000 kr um meira um árið at ráða yvir.

Og vit hava gjørt fólkaskúlan betri
Sum sagt veit eg av, at fólkaskúlin er einans mentur tí at lærarar og leiðslur hava tikið stór tøk, og at vit skulu inn í ein neyvan dialog við allar partar um, hvussu vit framhaldandi skulu megna at lyfta uppgávurnar í felag.
Vit kunnu vísa á góð úrslit:
Tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki er sett í verk.
Talið av serundirvísingartímum er økt frá 11% til 13%
AKT-skipan er innførd. Tað er serstøk játtan til at loysa mál á skúlanum í sambandi við atferðar- kontakt og trivnaðartrupulleikar hjá børnum.
Orka er sett av til SSP-samstarv, sum eisini hevur til endamáls at fyribyrgja, at smáir trupulleikar verða til stórar trupulleikar.
Lesivegleiðing er raðfest á skúlunum -.
Vit hava sett í verk eftirútbúgving av lærarum innan serundirvísing, orðblindni,
lesivegleiðing, og í næstum verður farið undir skúlavegleiðaraútbúgving og KT-varða eftirútbúgving.
Mentan og list eigur at verða dagligur táttur í fólkaskúlanum, og tí er Listaleypurin komin fyri at vera. Tað merkir at okkara virknu menta- og listafólk koma inn um skúlans gátt at arbeiða við børnunum.
Og vit hava sett orku av til, at íverksetan verður ein fastur táttur í fólkaskúlanum. So at komandi ættarlig verða slóðarar og kunnu skapa nýggjar vinnuvegir í Føroyum.
NSR tænastur eru settar á stovn kring landið.
Vitanardepilin Nám er settur á stovn til frama fyri alt skúlaverkið.
Søvn Landsins
Søvn landsins, sum er undirstøðukervi undir allari vitanarframleiðslu í Føroyum er skipað í ein stovn, sum eigur at mennast í framtíðini.
Mentanargrunnur landsins
Mentanargrunnur Landsins hevur fingið ein lítla hækking á fíggjarlógini. Men vit skulu finna betri skipanir, sum tryggja mentanar- og listafólki í framtíðini.
Tjóðpallurin samtyktur og onnur mentanarverkløg
Vit hava gjørt av at famskunda ymsar týdningarmiklar byggiverkætlanir á mentanaøkinum. Eisini til tess at skapa arbeiði til føroyskar hendur.
Skúladepilin í Markagili er klárur at bjóða úr nú.
Semja er um nýtt tjóðleikhús – eisini við Tórshavnar Kommunu, og 61 milliónir settar av á langtíðar íløguætlan
34 milliónir eru settar av í langtíðaríløguætlan til Hvalastøðina við Áir sum livandi upplivingardepil
Og ætlanin er eisini at bøta um umstøðurnar hjá Kringvarpinum og Fróðskaparsetrinum.
Her havi eg nevnt nøkur av teimum málum, sum vit rukku í felag, og sum hava stóran týdning. Onnur mál kundu eisini verið nevnd, eitt nú ítróttarhøllin á Sandoy.
Framhaldandi eru stór tøk at taka. Góð og holl útbúgving er besta fyritreytin fyri neyðugum búskaparvøkstri. Og ein sterk mentan er sjálv orsøkin til at vit búgva í Føroyum.
Eg vil fegin takka øllum fyri eitt gott samstarv. Eg vóni at vit megna at halda kós eftir løgtingsvalið.