Næmingarnir høvdu fingið vakrar flokstroyggjur í dag, eftir sum at hetta er seinasta ár teirra á skúlanum, men tey høvdu ikki gloymt Bjarka; hann fekk eisini eina vakra bundna troyggju og bundið turriklæði frá fittu næmingunum sum tøkk fyri tíðina.
Bjarki byrjaði at undirvísa í 1983. Fríggjadagin fáa næmingarnir – og Bjarki – so at vita, hvørt tey skulu til endaliga próvtøku í føroyskum í ár.
Miðnámsskúlin á Kambsdali takkar Bjarka fyri tíðina sum lærari, nú hann fer frá fyri aldur, skrivar kamsdalur.fo.
##med2##
##med3##