Taks og Skat økja samstarvið

Taks hevur serliga stóran tørv á samstarvið við hini londini kring okkum. Londini lata neyðugar upplýsingar millum sín, og samstarvið virkar væl. Nú vil Taks økja um samstarvið. -Hetta er serliga eftir ynski frá TAKS, men SKAT í Danmark er eisini áhugað í øktum samstarvi, og hevur víst stóra vælvild, sigur Taks í dag.

-Fyri Taks er hetta ein serligur fyrimunur, tí Taks kann millum annað fáa fakligan førleika og lána arbeiðsorku frá Skat til serlig eftirlitsátøk, sum Taks ætlar at gera. Her kann millum annað nevnast, at Skat hevur serligar førleikar við stórum eftirlitum av serligum vinnugreinum, t.d. peningastovnum og heilt stórum virkjum. Taks fyrireikar í løtuni millum annað eftirlitsátøk av útskeinkingar- og dansistøðum í náttarlívinum, og í slíkum førum kann Skat eisini hjálpa til. Økta samstarvið fevnir eisini um førleikamenning, har umboð frá Skat koma at undirvísa starvsfólkum á Taks. Ein annar møguleiki er, at starvsfólk kunnu arbeiða hjá hvørjum øðrum í avmarkað tíðarskeið, sigur Taks.

-Hetta kemur serliga væl við hjá okkum í Taks, tí tað er trupult at varðveita eitt nøktandi eftirlit á nóg góðum fakligum støði, so hvørt sum játtan og arbeiðsorka minkar. Harafturat kann hetta verða sera góður íblástur hjá okkum, at vita hvussu líknandi arbeiði verður gjørt aðrastaðni, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.