TAKS strikað yvir 600 virkir

Talan er um virki, sum meiri eru ítriv enn vinnulig og tað sparir landskassanum fitt av pengum

Seinastu trý árini hevur TAKS strikað fleiri enn 600 virkir. Orsøkin er, at TAKS metir ikki, at teirra virksemi hevur verið vinnuligt.

 

Landskassin sparir fitt av peningi, tá ið virkir av røttum verða strikað, sigur Taks í tíðindaskrivi í morgun.

 

Tá ið eitt virki verður skrásett hjá TAKS við vinnuligum virksemi, verður tað sum oftast eisini mvg-skrásett. Hetta merkir, at virkiseigarin fær endurgoldið mvg frá landskassanum av teimum útreiðslum, sum eru av at reka virkið.

 

Onkuntíð vísir tað seg tó, at virksemið hjá virkinum ikki er vinnuligt, men meira at samanlíkna við eitt ítriv. Tá er talan um eina støðu, har eigarin av órøttum fær mvg endurgoldið, tí ítrivsvirksemi gevur ikki rætt til at fáa mvg endurrindað.

 

Harafturat kann hall av vinnuligum virksemi dragast frá aðrari skattskyldugari inntøku, eitt nú tá ið ein virkiseigari fær eina arbeiðsløn aðra staðni frá.

 

Fleiri av teimum virkjunum, TAKS nú hevur strikað, hava givið eitt hall, sum eigarin hevur kunnað drigið frá í skatti.

 

- Soleiðis kann sigast, at vinnuligt virksemi, sum í veruleikanum ikki er vinnuligt, økir um útreiðslurnar hjá landskassanum bæði við øktum mvg-endurgjaldi og lækkaðum skattainntøkum.

 

Eyðun Joensen, leiðara á mvg-deildini hjá TAKS, sigur, at tað er ringt at meta um, júst hvussu nógv landskassin sparir við hesum 600 strikingunum, men eingin ivi er um, at talan er um fitt av peningi.

 

- Mannagongdin er hon, at verður tað staðfest, at eitt virki ikki er vinnuligt, verður mvg-skyldan strikað framyvir.

 

- Vit fara vit ikki aftureftir eftir útgoldnum mvg, men virkið fær framyvir ikki endurgoldið mvg av sínum útreiðslum, sigur Eyðun Joensen.