Talbot koma aftur

Franska bilkonsernin PSA, Peugeot / Citroën, hevur ætlanir um at fara undir framleiðslu av einum nýggjum bíligum bilmerki, sum skal seljast undir navninum Talbot.

Talbot er eitt gamalt navn í bilheiminum. Fyrstu Talbot vóru gjørdir í Onglandi í 1903, og navnið varð brúkt heilt fram til 1955.


Í 70-unum kom navnið Talbot aftur fram á fronskum bilum hjá Chrysler, sum tá áttu rættindini til navnið, og í 1978 yvirtóku Peugeot evropeisku Chrysler bilmerkini og nýttu navnið á ymiskum bilum fram til 1992.


Nú er tað so PSA samtakið sum eigur rættindini til navnið, og eftir ætlan skulu Talbot kappast við bilar sum t.d. Dacia, sum er bíliga bilmerkið hjá Renault.


mg