Talgildi samleikin verður tikin í nýtslu í ár

– Arbeitt verður á øllum mótum at fáa Samleikan kláran fyri summarfrítíðina

Fyrr í vikuni kunnaðu føroysku peningastovnarnir kundar sínar um, at innritanin Cryptomathic, eisini nevnd Gomul innritan, verður tikin úr nýtslu 29. mai 2020, tí hon ikki verður mett at vera nóg trygg.

Í hesum sambandi varð eisini greitt frá, at peningastovnarnir fara undir at brúka Samleikan sum innritan í 2021. 

Samleikin verður trygg innritan, eyðmerking og undirskrift, sum í fyrstu atløgu verður brúktur við eini app á telefonini ella við einum USB lykli.

Nú sigur Gjaldstovan, at Samleikin verður tikin í nýtslu í ár.

– Samleikin verður tikin í nýtslu í ár, hóast bankarnir fara at nýta Samleikan í 2021. Arbeitt verður á øllum mótum at fáa Samleikan kláran fyri summarfrítíðina. Síðsta hond verður løgd á appina, raksturin og brúkaratænastuna, so Samleikin verður settur í verk sum ein felags talgild loysn fyri alt samfelagið, siga tey úr Gjaldstovuni.

Tá ið Samleikin verður tikin í nýtslu í 2020, verður tað fyrst og fremst við teimum veitarum, ið brúka Mínlykil í dag. Hetta er m.a. Borgaragluggin og Vinnugluggin hjá TAKS, barnaansingarskipanin hjá Tórshavnar Kommunu, Mínrokning og Mínboks. Harumframt verður Samleikin brúktur sum innritan til tænastuportalin hjá Talgildu Føroyum.

Mínlykil verður ikki tikin úr nýtslu alt fyri eitt, men talan verður um eina skiftistíð, har fólk kunnu flyta yvir til nýggja Samleikan.

– Talgildu Føroyar hava gott samstarv við føroysku peningastovnarnar. Tað er í samráð millum partarnar báðar, at avgerð varð tikin um, at bankarnir skulu bíða við at brúka Samleikan til í 2021. Hetta er vegna aðrar KT skipanir hjá peningastovnunum, ið skulu gerast klárar, áðrenn farið verður undir at bjóða Samleikan sum innritan, sigur Gjaldstovan.

Endamálið við Samleikanum er at geva føroyingum eina felags loysn, ið við tíðini kann brúkast til alskyns talgildar tænastur. Talan er um loysn, ið livir upp til altjóða trygdarkrøv og tryggjar okkara persónligu upplýsingar og privatlív á talgildum tænastum.