Talið á løntakarum tað lægsta í eitt ár

Í apríl ár ár vóru 23.628 løntakarar í Føroyum.

Hetta eru 72 færri enn í mars, ella ein minking á 0,3 prosent.

Men samanumtikið er talið á løntakarum nú tað lægsta, tað hevur verið hetta seinast árið, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni

Í fiskivinnuni vóru 168 løntakarar færri í apríl í ár, afturímóti í apríl í fjør og sostatt er talan um eina afturgongd á 4,3 prosent.

Eisini byggivinnan hevur afturgongd við tað, at í apríl í ár eru 60 løntakarar færri í fiskivinnuni enn í apríl í fjør og tað er ein minking á 2 prosent.

Annas hava tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, eina framgongd á gott 1 prosent.

Ein av teimum lítlu vinnugreinunum er ráevnisvinna og tilsamans eru bara 0,4 prosent av løntakarunum í føroysku ráevnisvinnuni.

Men gongdin seinastu mongu árini er ein javnur vøkstur og fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru tað yvir 100 løntakarar í ráevnisvinnuni.

Í apríl 2013 vóru 102 fólk sum høvdu sítt høvuðsstarv í ráevnisvinnuni.

Harumframt eru fleiri føroyingar í starvi í vinnum sum veita ráevnisvinnuni tænastur, t.d. sjóflutningur.