Samstundis sum USA og onnur lond fyrireika seg til at taka sínar hermenn úr Afghanistan, ger Taliban-leiðarin Maulvi Fazlullah greitt, at hann ætlar sær at halda fram við bardaganum. Fazlullah býr í Pakistan, men sigur, at hann ætlar sær heimaftur at stríðast, tí hann hevur ikki álit á, at stjórnin hjá Hamid Karzai meinar tað í álvara, at hon vil hava frið.
Hóttanin frá Taliban-leiðaranum kemur, júst sum amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur vitjað Pakistan, har hon hevur lagt trýst á pakistanar fyri at fáa teir at herða bardagan ímóti Taliban og øðrum víðgongdum kreftum.
Aftan á ein fund við pakistonsku leiðsluna segði Clinton, at USA fer veruliga at leggja Pakistan undir trýst nú fyri at fáa landið at rudda tilhaldsstøðini hjá víðgongdum bólkum og at steðga teimum, sum fara um markið til Afghanistan at fremja álop.