Taliban: Tað verður ikki sum tað var

Eftir at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan, kunnu kvinnur ganga á universiteti, men tað verður ikki, sum tað hevur verið. Kvinnurnar skulu vera fjaldar frá toppi til tá og mugu sita í egnum flokshølum - helst við kvinnuligum lærarum.

 

 

 

Nýggja Taliban-leiðslan í Afganistan ætlar, at kvinnur framhaldandi skulu kunna ganga á hægri lærustovnum.

 

Tað segði nýggi ráðharrin fyri hægri útbúgvingum í landinum, Abdul Baqi Haqqani, á tíðindafundi í gjár. Kvinnur skulu eisini kunna gerast doktarar, legði ráðharrin aftrat.

 

Men, tað vera ymiskar avmarkingar í mun til, hvussu tað hevur verið.

 

Kvinnur skulu sita í egnum flokshølum - og ikki saman við monnum. Frammanundan sótu kvinnur og menn hvør sær, men í somu flokshølum.

 

Soleiðis verður ikki, nú Taliban ræður í Afganistan.

 

Kvinnur, sum ganga á hægri lærustovnum, skulu nú vera fjaldar frá toppi til tá, og tær skulu brúka hijab.

 

Á tíðindafundinum segði Abdul Baqi Haqqani, at kvinnur skulu bara undirvísast av kvinnuligum professarum. 

 

- Takk Guð fyri, at vit hava so nógvar kvinnuligar lærarar, og vit vilja gera alt fyri, at vit hava nóg mikið til okkara studentar, segði ráðharrin.

 

Hann ásannaði tó, at tað kann gerast neyðugt at gera undantøk frá hesum.

 

- Tað velst um, hvussu stórur kapasiteturin á universitetinum er, og tað ber eisini til, at menn møguliga kunnu undirvísa aftan fyri eitt forhang - ella við tøkni, legði Abdul Baqi Haqqani aftrat.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar í morgun.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Frammanundan sótu kvinnur og menn hvør sær, men í somu flokshølum.