Tað er vorðið eitt vanligt vártekin í Afghanistan, at tá kavin tiðnar í fjøllunum við pakistanska markið, fer Taliban undir síni álop. Soleiðis var í fjør, og soleiðis er aftur í ár. Mikudagin søktu fleiri hundrað talibanar at býnum Mosa Qala í Helmand-landspartinum, og tá teir tóku seg aftur, lógu 13 afghanskir stjórnarhermenn og 40 talibanar eftirá.
Álopið á Mosa Qala er tað størsta hjá Taliban, síðani rørslan varð koyrd frá, sigur varaguvernørurin í Helmand við Reuters. Amerikanski herovastin í Afghanistan, generalurin Karl Ekenberry, viðgongur eisini fyri Reuters, at í summum økjum ger Taliban meiri um seg í ár enn í fjør. Sambært generalinum hevur Taliban lært av tí, sum er hent í Irak, tí rørslan er farin at brúka sjálvmorðsbumbumenn og fjarstýrdar bumbur í álopum sínum á afghanska herin og teir útlendsku hermenninar.
Ein blaðmaður hjá New York Times, sum júst hevur verið í Afghanistan, skrivar í blaðnum, at Taliban er allastaðni og hevur ræðið á fleiri bygdum har suðuri í landinum.
Amerikanararnir mettu í fjør, at Taliban hevði millum 2.000 og 10.000 vápnaðar menn, og at teir flestu halda til pakistonsku megin markið. USA hevur eisini fýlst á, at Pakistan ger ov lítið fyri at berja Taliban niður, og pakistanskar keldur hava eisini váttað, at rørslan hevur at kalla frítt at fara á marknaleiðini. Reuters skrivar frá ónevndum keldum í Pakistan, at har er tað vanlig uppfatan, at Taliban kemur aftur til valdið, tá teir útlendsku hermenninir fara úr Afghanistan, og tí hevur pakistanska stjórnin lítlan hug at gera rørsluni ónáðir.