Altjóða hjálparfelagsskapir arbeiða av øllum alvi í hesum døgum í suðurasiatisku londunum Afganistan, Pakistan og India, aftaná at ein harður jarðskjálvti, ið máldi 7,5 á Ritcher-skálanum, drap fleiri hundraðtals menniskjur.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at 228 fólk í Pakistan og 115 fólk í Afganistan hava latið lív í náttúruvanlukkuni, meðan 4.000 heim eru løgd í oyði.
Tað er serliga í norðarlaga í Afganistan, at støðan er álvarsom, og nú hava hjálparfelagsskapirnir fingið eina heldur óvæntaða áheitan um hjálp.
Islamski yvirgangsfelagsskapurin Taliban, ið hevur ræðið yvir partar av rakta økinum, hevur nevniliga á teirra ensku heimasíðu heitt um neyðhjálp. Felagsskapurin, ið er kendur fyri at føra hernaðarligt stríð móti vesturheiminum, lovar, at tey skulu veita alla neyðuga hjálp til hjálparfelagsskapirnar.
- Vit heita á allar hjartagóðar landsmenn og hjálparfelagsskapir, um ikki at halda aftur við at veita skjól, mat og medisinska hjálp til ofrini, skrivar felagsskapurin á teirra heimasíðu, og biður síni stríðsfólk, um ikki at forða fyri neyðhjálpini.