Talið á ferðafólki og bilum rapaði niður í helvt

Nú hevur Strandferðslan tøl fyri hvussu stórt afturstig tað var at Herjólfur avloysti Smyril

Í septembur mánaði í ár var talið á ferðafólki, sum ferðaðust við ímillum Suðuroynna og Havnina, ikki meiri enn stívliga helvtin av tí tað plagdi vera. Tað sæst, nú Strandferðslan hevur gjørt ferðafólkatølini fyri septembur, upp.

 

Tann 19. august fór Smyril av landinum í dokk og hann var burtur í ein góðan mánað, til hann varð settur í sigling aftur mánadagin 26. septembur. Hesa tíðina røkti íslendska ferjan, Herjólfur siglingina og tað var beinanvegin spátt, at hetta fór at føra til nógv minni flutning, tí Herjólfur tekur bara helvtin av ferðafólkatalinum, og ein triðing av bilatalinum, sum Smyril tekur. Avleiðingin var, at nógv ítróttartiltøk, umframt onnur tiltøk, vórðu avlýst

 

Og nú Strandferðslan hevur gjørt støðuna upp, gongur sjón fyri søgn, at nógv fólk settust aftur hesa tíðina, Herjólfur sigldi. Og tað var beinanvegin, at avleiðingarnar merktust tí í august í fjør flutti Smyril 30.978 ferðafólk og 12.038 bilar um Suðuroyarfjørð. Í august í ár fluttu Smyril og Herjólfur 22.828 ferðafólk og 10.778 bilar um Suðuroyarfjørð.

 

Men í septembur sæst minkingin av álvara, tí í septembur í fjør flutti Smyril 22.617 ferðafólk og 9.539 bilar ímillum Suðuroynna og Havnina. Í septembur í ár vóru bara 12.038 ferðafólk við Herjólfi og Smyril og 4.260 bilar.